verki, sum hevur gingið júst sum ætlað. Og hann heldur fram: -Vit eru í einum sera góðum samtaki og eru vit serliga fegnir um tann partin av umsóknini, sum snýr seg um føroyska luttøku í virkseminum. Har ivist [...] ivist eg ikki í, at vit hava tí sterkastu umsóknina, hóast eg ikki veit, hvat stendur í hinum. Hetta er í hvussu er ein ógvuliga væl umhugsaður partur av umsóknini, so eg eri sera spentur um, hvat mynd [...] felag, sum kann vísa á møguleikar og gongdar leiðir í føroyska samfelagnum, við. Nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni er annars nøgdur um gongdina í øllum oljumálinum. -Føroyingar hava borið seg rætt at
Petroleum. Felagið varð stovnað, tá 18 umboð úr vinnulínum í februar í ár tóku seg saman um hetta og eisini fekk almenningurin møguleika at seta pening í felagið. Sera nógv nýttu henda møguleika. Síðani hevur [...] Wilhelm Petersen, nýggjur stjóri í Atlantc Petroleum. Hann viðgongur, at felagið er lítið, í mun til útlendsk oljufeløg, men sigur felagið vera tað einasta rættuliga oljufelagið í Føroyum. Hann heldur tað eisini [...] breiða umboðan í føroyska vinnulívinum og í Føroyum yvirhøvur. Uppbyggja førleika - Eitt aðalmál er at uppbyggja førleika, sigur Wilhelm Petersen. - Skipast skal soleiðis fyri, at fólk verða sett í starv, ið
óivað í, at tær eru øðrvísi, enn tað vit vanliga síggja. Persónslýsingar eru at síggja, ið vi kenna aftur í gerandisdegnum. Persónar, ið trína fram, ella uppføra seg øðrvísi, enn tey flestu. Ketchup í eitt [...] kennir ikki lagið ?Ketchup í eitt jørn?, ið hvørt barn syngur fleiri ferðir dagliga. Óivað hevði verið stuttligt at gjørt kanning, hvørt føroyingar eru stinnari í ?Ketchup í eitt jørn?, enn tjóðsanginum [...] eitt jørn Pipar og Salt hevur verið nógv frammi í seinastuni. Pipar og Salt fløgan er mest selda føroyska fløga í ár. 1750 eintøk eru farin um handilsdiskarnar kring landið og fleiri løg hava verið við millum
tað skal fáast í rættlag. Nú er aftur ófriður á Landssjúkrahúsinum. Og støðan nú er so mikið álvarslig, at í gjárkvøldið høvdu sjúkrasystrarnar kreppufund um málið. Joan Zikason, formaður í sjúkrasystrafelagnum [...] formaður í sjúkrasystrafelagnum sigur, at tað er tann beri ruðulleiki úti á Landsjúkrahúsinum í løtuni av tí, at ongin er til at savna teir røktarfakligu træðirnar. Hon sigur, at hon er júst afturkomin [...] skuldi setast í verk. Men tað vilja sjúkrasystrarnar ikki góðtaka, tí tað hevur hann ikki forteytir fyri. Stór ósemja er eisini um nýggja bygnaðin og tað er ongin sum sigur, at hann verður settur í verk 1. oktober
tveir spælarar út í hálvleikssteðginum, og tað var kanska ein ásannan av, at venjarin vildi geva onkrum av teimum, sum ikki hava spælt fast við, møguleikan í seinna hálvleiki. Herbert í Lon Jacobsen og Sylla [...] tað legði upp til ein lívligan og undirhaldandi dyst. Og dysturin var eisini heilt góður. Bæði í fyrra og í seinna hálvleiki søktu liðini støðugt at málinum hjá hvørjum øðrum, og tað skapti kjansir. B36 [...] Benjaminsen, sum setti bóltin í málið. B36 hevði horna, bólturin endaði út hjá Hanus Thorleifsson, hann legði inn fyri, og har setti Fróði hegnisliga fótin undir bóltin og stýrdi hann í GÍ-meskarnar. B36 skifti
frammanfyri virkið liggur ein einstakur útróðrarbátur. Ein maður er júst farin í land hagani, men einki sæst kortini til nakran fisk. Aðrastaðni í havnalagnum eru fleiri tóm bátapláss, helst tí at menn eru farnir [...] sum allir høvdu lagt veiðuna upp her seinast í farnu viku. - Í løtuni er ikki tað nógva arbeiðið. Vit arbeiða henda dagin aftrat og so út á fyrrapartin í morgin. Tá man hetta verða liðugt, sigur hann [...] ikki eitt ljóð. Her eru so ongar maskinur í gongd, men hurðin er opin innar á virkið. Her inni síggjast nøkur fólk vera til arbeiðis henda morgunin. Eini 12 í tali, teirra millum formaðurin, Harry Hentze
topphúgvuni, sum varð heimskendur á sinni, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í minniliga dystinum í Landskrona í 1990. Sleppur til EM Júst tann dysturin varð tó eisini orsøk til, at Jens Martin ongan veg slapp [...] Fótbóltur Í kvøld klokkan 17 føroyska tíð eru akkurát 365 samdøgur, til komandi EM-endaspælið byrjar. Hetta verður hátíðarhildið fleiri staðni í báðum alputjóðunum, har stórar klokkur, sum telja niður [...] har tvey lið við kendum fótbóltsspælarum skuldu dystast á einum nýggjum innandura leikvølli í Interlaken í Eysturríki. Millum teirra, sum fingu innbjóðing at spæla við á liðnum eru mætir menn sum Michael
Síðani hoyrist formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum eisini finnast at skattalættanum og mælir heldur til at avtaka oljuavgjaldið. Men atfinningarnar tykjast at vera í so knappar í vendingini. Okkara progressivi [...] fer upp um tað mark, sum er ásett fyri hægsta skattaprosent. Í 2006 er hetta hámark 205.000 krónur. Í Danmark, heimlandinum hjá formanninum í Búskaparráðnum, er markið fyri toppskatt 318.700 krónur! Tað [...] progressivu skattaskipan. Í sambandi við at fíggjarlógaruppskotið fyri 2007 er lagt fram fyri almenningin, er skattareformurin aftur vorðin kjakevni. Fyrst hoyrdist formaðurin í Búskaparráðnum siga, at
og onki í ár, og hann er framvegis ikki tøkur. Í vikuni var hann hjá einum serfrøðingi, ið kundi staðfesta, at Bjarni Jørgensen hevur betendilsi í lærkrikanum. Hann skuldi síðani binda frið í eina tíð [...] høvuðsstaðarliðini jøvn í stigum. Teir hava 36 stig og NSÍ hevur 35 stig, so kappingin í oddinum er gróthørð. Ein sigur er eitt krav, líkamikið um HB ætlar at varðveita næstfremsta sæti í deildini, ella um teir [...] fyri sum so, siga teir, at teir altíð spæla fyri at vinna. Eisini sunnudagin móti HB í Gundadali. Og júst heimavøllurin í Gundadali ger, at HB ikki kann loyva sær annað enn at fara eftir øllum trimum stigunum
hvørja ferð, og nú eru teir niðanfyri miðstrikuna, og tað eru fleiri í Runavík, sum siga, at teirra lið tykist vera farið meiri ella minni í vetrardvala. Hetta kennist eitt sindur snópisligt, tí ætlanin ella [...] var, at liðið enn eina ferð skuldi røkka europeiskari luttøku. Í Gøtu vilja teir ikki hoyra talan um, at tað verður lætt hjá teirra monnum í Runavík. - Tá ið NSÍ spælir ímóti okkum klára teir seg oftast [...] hesa ferð, siga teir í Gøtu. Eftir at tað leingi ikki gekk nakað serligt hjá GÍ, eru teir nú komnir soleiðis fyri, at teir kunnu røkka bronsuni, um tað lagar seg væl, og GÍ vinnur í dag, og Skála tapir