Og skatturin ...

Skattalættin fær aftur ákoyringar. Men veruleikin er, at allir løntakarar rinda toppskatt, áðrenn vit vita av, um skattastigin ongantíð verður dagførdur. Tað er neyvan ætlanin við okkara progressivu skattaskipan.

Hilmar Simonsen

Í sambandi við at fíggjarlógaruppskotið fyri 2007 er lagt fram fyri almenningin, er skattareformurin aftur vorðin kjakevni. Fyrst hoyrdist formaðurin í Búskaparráðnum siga, at skattalætti kann ikki sameinast við tálman av ovurhitaðum búskapi. Síðani hoyrist formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum eisini finnast at skattalættanum og mælir heldur til at avtaka oljuavgjaldið.
Men atfinningarnar tykjast at vera í so knappar í vendingini.
Okkara progressivi skattastigi ger, at lágar inntøkur rinda lægri skattaprosent enn høgar inntøkur. Ein rindar toppskatt av seinast vunnu krónunum, tá árliga inntøkan fer upp um tað mark, sum er ásett fyri hægsta skattaprosent. Í 2006 er hetta hámark 205.000 krónur. Í Danmark, heimlandinum hjá formanninum í Búskaparráðnum, er markið fyri toppskatt 318.700 krónur!
Tað er eingin loyna, at ein vanlig arbeiðaraløn liggur sera tætt at markinum fyri føroyskan toppskatt og fer helst upp um uttan yvirtíðararbeiði. Velur arbeiðarin at arbeiða eitt sindur yvir, so verður øll yvirtíðin skattað við hægsta skattaprosenti, sum í løtuni er 34% fyri landskatt + kommunuskatt umframt onnur almenn/sosial gjøld. Tað er lítið hugaligt hjá arbeiðsmanninum ella vaskikonuni at stríðast nakrar eyka tímar um kvøldið, um meiri enn helvtin av teimum eyka vunnu krónunum enda hjá skattafaðir.
Og tað er júst hetta, sum skattalættin fer at broyta. Við skattalættanum fer at bera til hjá lág- og miðalløntum at arbeiða yvir, uttan at verða bumbað í skatti, men av tí at fjøldin av føroyskum lønmóttakarum liggur í hesum inntøkubólki, so slepst ikki undan, at lættin kostar pengar fyri landskassan.
Men tað er betur at dagføra skattastigan eitt sindur nú, so hann fylgir við lønarvøkstrinum annars, enn at blíva við at bíða til skattaskipanin er so afturúrsigld, at hon als ikki tænir sínum progressiva endamáli longur.
So kunnu vit tað sama seta proportional-skatt í gildi yvir allan kambin. Hvar er tá sosiala rættvísið?