Vagnur út og Jákup inn

Ein lyklaleikari fer út við leikbanni, og ein annar kemur aftur eftir at hava verið leikbannaður seinast. Tað er støðan hjá HB undan dystinum móti Skála, sum framvegis má vera Bjarna Jørgensen fyri uttan

HB liggur á øðrum plássi, og eftir at B36 spældi útsetta dystin móti NSÍ mikukvøldið, eru tey bæði høvuðsstaðarliðini jøvn í stigum. Teir hava 36 stig og NSÍ hevur 35 stig, so kappingin í oddinum er gróthørð. Ein sigur er eitt krav, líkamikið um HB ætlar at varðveita næstfremsta sæti í deildini, ella um teir ætla at fáa oddaliðið aftur.

Vanta hvør sín mann
Bæði liðini, sum fara á vøllin sunnudagin mugu vera hvør sín lyklaleikara fyri uttan.
Í dystinum móti NSÍ seinast fekk Vagnur Mohr Mortensen tvey gul kort og noyddist av vøllinum. Hann verður tí ikki við í dystinum móti Skála sunnudagin.
Hinvegin verður ein annar lyklaleikari hjá HB við aftur, eftir at hann hevur sitið ein dyst yvir. Tað er Jákup á Borg, og hann er sera væl fyri fyri tíðina.
HB-venjarin hevur flutt nógv runt við fólkinum í ár, og teir eru fáir, ið hava kent seg tryggar á sínum plássi á liðnum. Ein av teimum fáu, ið hevur verið rímiliga tryggur á sínum plássi, er netupp Vagnur M. Mortensen, sum nú er úti og tískil skal ein maður finnast til miðverjuplássið.
Her tykjast mest uppløgdu boðini at vera annaðhvørt Svend Jacobsen ella Poul Thomas Dam.
Hjá Skála hevur Bjarni Jørgensen spælt millum lítið og onki í ár, og hann er framvegis ikki tøkur. Í vikuni var hann hjá einum serfrøðingi, ið kundi staðfesta, at Bjarni Jørgensen hevur betendilsi í lærkrikanum. Hann skuldi síðani binda frið í eina tíð, men venur nú aftur spakuliga.
Annars eru allir mans tøkir, og hóast Skála ikki hevur nógv at spæla fyri sum so, siga teir, at teir altíð spæla fyri at vinna. Eisini sunnudagin móti HB í Gundadali.
Og júst heimavøllurin í Gundadali ger, at HB ikki kann loyva sær annað enn at fara eftir øllum trimum stigunum. Úr HB siga teir, at teir hava nógva virðing fyri Skála hóast teir ikki hava havt eitt so væleydnað kappingarár, men at teir fara eftir øllum trimum stigunum sunnudagin.