Umsóknin er krúnan á verki

-Eg loyvi mær at siga, at samtakið Atlants Kolvetni er í, fer at hava eitt tað besta føroyska innihaldið í umsóknini, og vónandi fer hetta at telja tá avgerð um loyvi skal takast sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður. Hann heldur tó ikki, at eitt samtak skal hava fyrimun, bara tí at eitt føroyskt felag er við.

-Hetta er ein stórur dagur fyri Føroyar og fyri Atlants Kolvetni. Tað kenst væl at vera við í hesi fyrstu útbjóðingini. Hetta sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður í Atlants Kolvetni, nú The Faroes Partnership-bólkurin lat Oljumálastýrinum umsókn sína til oljuleiting á landgrunninum tíðliga gjáramorgunin.

Kjartan Hoydal vísir á, at Atlants Kolvetni varð stovnað í 1997 við tí miðvísu ætlan at koma sær upp í oljuvinnuna, uttan at man sparlaði burtur allan partapeningin beinanvegin. -Eg haldi tað hevur verið næstan eftir klokkuni higartil. Hetta er so krúnan á einum verki, sum hevur gingið júst sum ætlað.

Og hann heldur fram: -Vit eru í einum sera góðum samtaki og eru vit serliga fegnir um tann partin av umsóknini, sum snýr seg um føroyska luttøku í virkseminum. Har ivist eg ikki í, at vit hava tí sterkastu umsóknina, hóast eg ikki veit, hvat stendur í hinum. Hetta er í hvussu er ein ógvuliga væl umhugsaður partur av umsóknini, so eg eri sera spentur um, hvat myndugleikarnir fara at leggja dent á.

Uppá fyrispurning um oljumyndugleikarnir eiga at favorisera eitt samtak, sum hevur eitt føroyskt felag við sigur Kjartan Hoydal, at tað hevði verið vandamikið, um myndugleikarnir gjørdu tað. Tí talan má vera um eina javnbjóðis kapping. -Men tað vit vóna er, at okkara umsókn hevur eitt føroyskt innihald, sum aðrar ikki hava, og at hetta verður virðismett av myndugleikunum.

Kjartan Hoydal heldur sjálvur, at tað er ein styrki hjá einum oljusamtaki at hava eitt føroyskt felag, sum kann vísa á møguleikar og gongdar leiðir í føroyska samfelagnum, við.

Nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni er annars nøgdur um gongdina í øllum oljumálinum. -Føroyingar hava borið seg rætt at við ikki at stara seg blindar uppá oljuna upp á forhond og siga, at hon er til, og at hon skal vera okkara bjarging osfr. Men kanningarnar hava so víst, at tað eru realitetir aftanfyri nógva tosið um oljuna.