Fyri stuttum varð søkt eftir stjóra til føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum. Felagið varð stovnað, tá 18 umboð úr vinnulínum í februar í ár tóku seg saman um hetta og eisini fekk almenningurin møguleika at seta pening í felagið. Sera nógv nýttu henda møguleika. Síðani hevur ikki so nógv verið at hoyrt um felagið, men arbeit hevur verið miðvíst.
Fyrstu tíðina skipaði felagið seg við Petur E. Djurhuus, advokati, sum fyribils stjóra, men nýggjur stjóri er nú settur.
Sterkt felag
Atlantic Petroleum setti herfyri Wilhelm Petersen sum stjóra. Wilhelm Petersen er 36 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur. Hann hevur eisini lisið búskap og hann hevur eisini eina Ph.d. grad. Hann hevur starvast í Føroya Sparikassa.
Wilhelm Petersen sigur, at felagið er væl fyrireika og veit hvat tað vil.
Vakt áhuga
- Vit hava vakt áhuga, júst sum vónandi var, og onnur feløg hava vóist áhuga. Okkara fyrsta mál er at finna samstarvsfelagar og innleiðandi samráðingar hava longu verið, men enn er einki avgjørt, sigur Wilhelm Petersen, nýggjur stjóri í Atlantc Petroleum.
Hann viðgongur, at felagið er lítið, í mun til útlendsk oljufeløg, men sigur felagið vera tað einasta rættuliga oljufelagið í Føroyum. Hann heldur tað eisini vera ein fyrimun, at Atlantic Petroleum hevur ein eigaraskara, ið gevur breiða umboðan í føroyska vinnulívinum og í Føroyum yvirhøvur.
Uppbyggja førleika
- Eitt aðalmál er at uppbyggja førleika, sigur Wilhelm Petersen.
- Skipast skal soleiðis fyri, at fólk verða sett í starv, ið sostatt kunnu vinna sær servitan hjá samstarvsfeløgum og á henda hátt menna felagið og gera tað kappingarført innan kolvetnisleiting og útvinning, sigur nýggi stjórin í stuttari viðmerking.
Uppgávur stjórans eru, sambært starvslýsingini, við ábyrgd fyri nevndini at standa fyri fyrisitingarligu og fíggjarligu umsiting felagsins. Han stendur fyri sambandinum við mynduleikar, altjóða oljufeløg og samtøk og onnur. Hann stendur eisini fyri møguligum samráðingum um sáttmálar.
Hann skal skipa fyri, at felagið setur serfrøðingar innan neyðug øki, fyri at felagið í altjóða høpi skal kunna gerast sterkt og kappingarført.











