Bjóða framvegis uppá hvønn einasta stert

Týsdagin var ikki nógv fiskaarbeiði hjá Sandoy Seafood á Sandi. Bert 12 fólk vóru til arbeiðis, men onkutíð eru tey munandi fleiri heili 40 í tali.

Sandur: Tað er sera friðarligt á havnalagnum henda morgunin.
Nakrir menn standa og práta, og frammanfyri virkið liggur ein einstakur útróðrarbátur. Ein maður er júst farin í land hagani, men einki sæst kortini til nakran fisk.
Aðrastaðni í havnalagnum eru fleiri tóm bátapláss, helst tí at menn eru farnir eftir havhestaungum.
Inni á virkinum hjá Sandoy Seafood hoyrist ikki eitt ljóð. Her eru so ongar maskinur í gongd, men hurðin er opin innar á virkið.
Her inni síggjast nøkur fólk vera til arbeiðis henda morgunin. Eini 12 í tali, teirra millum formaðurin, Harry Hentze.
- Hetta er ikki tað mesta av arbeiðsfólki. Vit kunnu onkutíð verða heilt upp ímóti teimum 40, sigur hann.

Bjóða uppá fiskin
Týsmorgunin í hesi vikuni vóru tey 12 fólkini á virkinum í ferð við at flekja smáan upsa.
Hetta var fiskur, tey høvdu fingið frá Columbusi, Nornagesti og Eysturbúgvanum, sum allir høvdu lagt veiðuna upp her seinast í farnu viku.
- Í løtuni er ikki tað nógva arbeiðið. Vit arbeiða henda dagin aftrat og so út á fyrrapartin í morgin. Tá man hetta verða liðugt, sigur hann.
Teir bjóða uppá fiskin umvegis uppboðssøluna eins og onnur virki. Men fáa eisini fisk frá útróðrarbátum.
- Um vit hava nakran møguleika mótvegis øðrum virkjum?! Jú, tað hevur gingið higartil.
- Og tað rokni eg bara við, at tað kemur at gera eisini í framtíðini, sigur Harry Hentze.

Tons vanta
Sandoy Seafood stendur nú yvir fyri nýggjum avbjóðingum, nú tveir av stuðlum teirra trolararnir Columbus og Nornagestur eru seldir av oynni.
Sambært upplýsingum, sum áður hava verið frammi, so landaðu teir í fjør eini 3.500 tons til virkið á Sandi.
- Tað kemur sjálvandi at merkjast her, um vit ikki fáa fatur á hesum tonsunum aðrastaðni frá, sigur Harry.
Sjálvur veit hann ikki um nakrar ætlanir at útvega aðrar bátar til bygdina.
- Men vit koma so bara at bjóða uppá hvønn einasta stert, eisini í tíðini framyvir, sigur hann.