B36 tryggjaði sær bronsuna

Bæði liðini høvdu nógvar kjansir at gera mál, men tað var B36, sum vann dystin og tryggjaði sær bronsumerkini í Formuladeildini


Dysturin í Gøtu leygardagin var helst tann dysturin, sum hevði minst týdning av øllum dystunum. Dysturin hevði onga ávirkan á meistaraskapin ella niðurflytingina, men bronsan og Intertoto stóðu upp á spæl.
B36 skuldi vinna fyri at tryggja sær bronsuna, og GÍ hevði ein møguleika at vinna billett til europeiskan fótbólt næsta ár, um teir vunnu.
Liðini kundu spæla frítt, tey vildu bæði vinna, og tað legði upp til ein lívligan og undirhaldandi dyst. Og dysturin var eisini heilt góður. Bæði í fyrra og í seinna hálvleiki søktu liðini støðugt at málinum hjá hvørjum øðrum, og tað skapti kjansir.
 
B36 gjørdi málini
B36 kom á odda 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin, og tað var landsliðsspælarin Fróði Benjaminsen, sum setti bóltin í málið. B36 hevði horna, bólturin endaði út hjá Hanus Thorleifsson, hann legði inn fyri, og har setti Fróði hegnisliga fótin undir bóltin og stýrdi hann í GÍ-meskarnar.
B36 skifti tveir spælarar út í hálvleikssteðginum, og tað var kanska ein ásannan av, at venjarin vildi geva onkrum av teimum, sum ikki hava spælt fast við, møguleikan í seinna hálvleiki. Herbert í Lon Jacobsen og Sylla fóru út, og Bárður Joensen og Obi komu inn fyri teir.
Júst Obi skoraði seinna málið hjá B36. Tað var, tá ið ein tími var spældur. GÍ-rangstøðufellan kiksaði, og slapp Obi leysur ígjøgnum. Hann var tryggur og skoraði til 2-0 til B36.
 
GÍ svaraði aftur.
GÍ legði nógv fyri fram eftir vøllinum í seinna hálvleiki, og teir høvdu fleiri tilboð at gera mál.
Samstundis fekk B36 eisini pláss til kontraálop, og teir skaptu sanniliga eisini vandamiklar støður, sum kundu havt enda við onkrum máli afturat.
Tað gjørdist GÍ, sum fekk seinasta orðið í dystinum. Bólturin varð spældur innfyri til Sam Jacobsen, sum á brotsteigarmarkinum plaseraði bóltin fram við Jákupi Mikkelsen og í B36-málið.
Eftir hetta var spennandi eina løtu, men GÍ kláraði ikki at javna, og teir á høvuðsstaðarliðinum høvdu tryggjað sær bronsumerkini í Formuladeildini.