Ikki kann sigast annað, enn at Pipar og Salt sendingarnar hava tikið føroyingar á bóli.
Mong hildu í byrjanini, at sendingarnar vóru vánaligar, og at peningurin kundi verið nýttur til okkurt betri. Nógv hevur verið skrivað, ein blaðmaður skrivaði eftir fyrstu sendingarnar, at sendingarnar vóru tær vánaligastu, ið gjørdar vóru í Føroyum.
Nú hevur pípan fingið annað ljóð, fólk hava skilt, at hetta er skemt, og at lagt verður ikki eftir nøkrum ávísum og at ætlanin ikki er at spilla nakran út.
Fleiri hava rættiliga tikið skemtisendingarnar til sín.
Ein orsøk til, at sendingarnar eru so væl umtóktar liggur óivað í, at tær eru øðrvísi, enn tað vit vanliga síggja. Persónslýsingar eru at síggja, ið vi kenna aftur í gerandisdegnum. Persónar, ið trína fram, ella uppføra seg øðrvísi, enn tey flestu.
Ketchup í eitt jørn
Pipar og Salt hevur verið nógv frammi í seinastuni. Pipar og Salt fløgan er mest selda føroyska fløga í ár. 1750 eintøk eru farin um handilsdiskarnar kring landið og fleiri løg hava verið við millum ?15 tær bestu?, topplistin, ið Heðin Arge Jensen skipar fyri.
Hvør kennir ikki lagið ?Ketchup í eitt jørn?, ið hvørt barn syngur fleiri ferðir dagliga. Óivað hevði verið stuttligt at gjørt kanning, hvørt føroyingar eru stinnari í ?Ketchup í eitt jørn?, enn tjóðsanginum.
Teknikappingin
Tíðindablaðið Sosialurin skipar fyri Pipar og Salt teknikapping. Kappingin hevur fingið sera góða undirtøku. Hvønn dag koma nógvar tekningar inn, so tá freistin er úti, kann roknast við, at fleiri enn 500 tekningar eru komnar inn.
Hvørja viku verður drigið um 3 Pipar og Salt fløgur.
Høvuðsvinningurin, ein Playstation og fótbóltsspæl frá 3' aranum í SMS, verður drigin 24. juli.
Ólavsøkubúnin
Sum eykavinningar lutar Sosialurin burt 10 av vøkru T- shirtunum, við Kára Cool og Kalla Mohr. Tær eru júst prentaðar, so spennandi verður, um tær fáa líka góða undirtøku, sum fløgan.
Um so verður, so kanska Kári og Kalli taka kappingina upp við føroysku klæðini um, hvørt teirra verður ólavskubúnin í ár