tosa um at broyta fíggingarleistin aftur, og eg noyðist at ávarða landsstýrið um ikki at pilka við leistin. Borgarstjórin vísir á, at Føroya Kommunufelag tók undir við fíggingarleistinum, sjálvt um tað [...] lidnar við allar kloakkir, eins og hvør vegastubbi er asfalteraður, og skattaprosentið er í botni. - Hetta hevur Sands kommuna ikki kunnað, tí landið hevur tikið tvær miljónir krónur beinleiðis úr kommunukassanum [...] tað nú ljóðar, sum um felagið ikki gjørdi tað. - Hvar var kommunufelagið og landsmyndugleikarnir, tá vit í Sandoynni ferð eftir ferð vístu á tað órættvísi, sum okkum var fyri fram til 1. januar 2015? Brandur
at eg kann heilsa tykkum og skipunum vælkomnin inn á fjørðin. Hetta er eitt positivt og konstruktivt samstarv. Eitt samstarv, ið gongur um landafrøðilig mørk. Eitt samstarv, ið hevur nógvar samstarvspartar [...] fyri skip, manning, reiðarí og vinnuna á landið. Hetta eru skip við fleiri møguleikum, enn tit áður hava havt. Tað er alla æru vert, at tit hava tikið hetta stigið.??Mangan verður sagt at tann, ið einki vágar [...] á skútuna. Hetta verður gjørt ein av komandi døgunum. Betra havnaviðurskiftini Niels Olaf Eivindson segði, at tað hevur verið greitt í eina tíð, at okkurt skip var á veg til Hvalbiar. - Hetta hevur verið
neyvan fór at ganga stillisliga fyri seg, um tað nú ístaðin verður Sóljan, sum skal flyta niður. Hetta um Tjaldur fekk viðhald í málinum, og tískil kundi lyfta seg upp um vágagenturnar á stigatalvuni. Boðini [...] sigur Albert, at hann er ikki í iva um, at Tjaldur eisini vistu boð um hetta, tá tær fríggjadagin leiktu avgerandi dystin móti Sóljuni. - Eg eri fullkomuliga sannførdur um, at tær vistu, hvat stóð upp á spæl [...] fingu boðini um, at málmunurin einki hevði at siga, hava vit so heldur ikki hugsað um hetta. T.d. kunnu vit nevna dystin í Klaksvík, sum vit taptu 41-3. Eingin av leikarunum legði nakað í hetta tapið, og
tíðin er búgvin til at tosa um samanlegging fyri Nes Kommunu. - Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um hetta í bygdaráðnum, men eg sjálvur haldi ikki, at vit nýtast at tosa um hetta júst nú. Tú óttast altíð [...] miðdepilin í Føroyum, tá ið undirsjóvartunnilin kemur, og tað er nakað um tað. Tað verða einans tíggju minuttir at koyra til Havnar, um tú arbeiðir har. Samstundis kanst tú búgva í náttúruvøkrum umhvørvi [...] lívið og keypa so íbúð uppá frívirðið. Hetta var ikki gamalt í Føroyum, men nógv er broytt. Modernaða tíðin er sanniliga komin til Føroya, sigur hann. Nógv verður tosað um samanlegging av kommunun í Eystyroynni
- Vit eru væl vitandi um, at hetta verður ein stór avbjóðing. Men føroyska U21-landsliðið hevur fyrr staðið seg væl á útivølli ímóti Týsklandi, og hví ikki aftur hesaferð. Tað sigur Eli Hentze, hjálparvenjari [...] ein málmun á 20-3. Hjálparvenjarin á føroyska liðnum er heldur ikki í iva um, at mótstøðuliðið telist millum teir bestu. - Hetta er toppurin av elituni, ið vit skulu møta. Tí krevst, at vit leggja nógv [...] Skírhósdag, klokkan 19 at føroyska U-21 landsliðið skal leika móti U-21 landsliðnum hjá Týsklandi. Talan er um seinna dystin millum liðini í undankappingini til EM. Tá liðini møttust á Tórsvølli 13. oktober 2015
Triðja málið hjá Reyðu Stjørnu kom eftir eitt stórt mistak á KÍ liðnum, og tí iðraði Sivic seg nógv um tað. - Triðja málið var ov nógv. Hatta málið var sera tápuligt og óneyðugt, sigur venjarin hjá KÍ. [...] Stjørna hevur eitt sera sterkt lið, og tí var Sivic tó nøgdur við dystin sum heild. - Samanumtikið er hetta í lagi. Vit valdu ein taktikk, sum vit høvdu møguleika fyri at spæla ímóti einum so sterkum liði sum
, sum tosar niðrandi um kvinnur, sum lýgur um stór og smá ting og tvíheldur um, at amerikanska fólki trýr honum, hann er moralskt óegnaður til at vera forseti, segði Comey. Hetta sigur hann í kjalarvørrinum [...] sigur við amerikanska sjónvarpsstøð, at hann heldur ikki, at Trump vísir tekin um demens, sum annars hevur verið tosað um. - Eg trúgvi ikki hann er mentalt inkompetentur. Fyri mær at síggja er hann ein [...] óegnaður, segði James Comey vði ABC News. Í samrøðuni finst hann millum annað at útsøgunum hjá forsetanum um, at ábyrgdin fyri harðligu samanbrestirnar, har ein ung kvinna varð dripin á einari høgranationalistiskari
gjørdist Chief of Staff og Stephen B. Bannon gjørdist nærmasti ráðgevin. Hetta verða hansara tættastu ráðgevar í Hvítu húsunum, men talan er um tveir menn, ið umboðaðu hvør sín vong í valstríðnum hjá Trump, sigur [...] sessir í nýggju stjórnini. Spenningur hevur verið knýttur til tilnevningarnar, tí tær eru ein ábending um hvørja politiska kós nýggi forsetin ynskir at føra. Sambært Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðing [...] førdi eitt hart valstríð har hann langaði út eftir teimum, ið vóru ósamd við honum, so eru ábendingar um, at hann broytir stíl sum forseti. - Hann hevur altíð sagt, at hann fór at broyta stíl, tá hann gjørdist
Tað er absolutt ikki nóg gott, at bíðilistin er blivin so langur. Hetta er eitt úrslit av, at økið er blivið forsømt í so nógv ár. Hetta er yvirhøvur ikki blivið nóg høgt raðfest av teimum nógvu undanfarnu [...] onkrum førum hava fólk búð á umlættingarstovni, um støðan hevur verið heilt átroðkandi, sigur Fía Petersen. Endamálið við umlættingarstovni er at lætta um hjá avvarðandi. Men stóri tørvurin á bústaði ger [...] bústaði, røttu hjálpina. - Sum nú er, fáa tey ikki ta hjálpina, tey hava fyri neyðini, um tey velja at búgva sjálvi. Um hesir møguleikarnir vóru betri, og fólk fingu møguleika at búgva í egnum bústaði við
tað. Um tú skalt hava eina gentu heima við hús, so noyðist at skilja og virða arbeiði hjá tær, og slíkar gentur hanga ikki á trøunum. Nógvir hava havt gentu, men tað vísir seg, at tær altíð eru um at ganga [...] Dream Boys, sum er givin, tí at hann valdi gentuna fram um arbeiði. Tað vísir seg annars, at stripparar fáa alsamt meiri virðing millum manna, og hetta játtar Chris eisini. Hann greiðir frá, at fyrr var tað [...] sigur Chris, eftir at vera spurdur um Dream Boys koma aftur til Føroya, at tað gera teir heilt vist. Fyrireikararnir av tiltakinum her í Føroyum hava spurt okkum, um vit vilja koma aftur, og tað eru vit