Stefan í Skorini
Triðja málið hjá Reyðu Stjørnu kom eftir eitt stórt mistak á KÍ liðnum, og tí iðraði Sivic seg nógv um tað.
- Triðja málið var ov nógv. Hatta málið var sera tápuligt og óneyðugt, sigur venjarin hjá KÍ.
Reyða Stjørna hevur eitt sera sterkt lið, og tí var Sivic tó nøgdur við dystin sum heild.
- Samanumtikið er hetta í lagi. Vit valdu ein taktikk, sum vit høvdu møguleika fyri at spæla ímóti einum so sterkum liði sum Zvezda (Reyða Stjørna blm.).
Sivic hevði valt ein sera verjukendan taktikk ímóti sínum gamla felag, tí hann visti, hvørjum teir vóru førir fyri.
- Sjálvndi kunnu vit ikki fara at spæla álopsfótbólt ímóti teimum. Vit gjørdu okkara besta, og vit spældu disiplinerað, so tað eri eg nøgdur við, greiðir Sivic frá.
Tomislav Sivic spældi á unglingaliðnum hjá Reyðu Stjørnu, og hann segði, at tað er nakað serligt at spæla aftur ímóti sínum gamla felag, men í dag var einki at gera, tí teir vóru bara ov sterkir til okkum.