- Trump er moralskt óegnaður at vera forseti

Frákoyrdi FBI stjórin langar út eftir forsetanum í USA í nýggjari sending.

Forsetin í USA, Donald Trump, er ikki mentalt óstøðugur, men heldur moralskt óegnaður til at vera forseti.

Tað sigur fyrrverandi FBI-stjórin, James Comey, í einari sjónvarpssamrøðu, har hann langar út eftir sitandi forseta, sum koyrdi hann úr starvi í mai í fjør. James Comey sigur við amerikanska sjónvarpsstøð, at hann heldur ikki, at Trump vísir tekin um demens, sum annars hevur verið tosað um.

 

 

 

- Eg trúgvi ikki hann er mentalt inkompetentur. Fyri mær at síggja er hann ein persónur, sum er gløggari enn miðalfólki, hann fylgir væl við í samrøðum og veit, hvat gongur fyri seg. Hann er ikki mentalt óegnaður at vera forseti, men meira moralskt óegnaður, segði James Comey vði ABC News.

 

 

Í samrøðuni finst hann millum annað at útsøgunum hjá forsetanum um, at ábyrgdin fyri harðligu samanbrestirnar, har ein ung kvinna varð dripin á einari høgranationalistiskari og nýnazistiskari mótmælisgongu í Charlottesville, eisini lá hjá øðrum mótmælisfólkum.

 

 

- Tann, sum sær moralskar líkheitir millum tað, sum hendi í Charlottesville og aðrar mótmælisrørslur, sum tosar niðrandi um kvinnur, sum lýgur um stór og smá ting og tvíheldur um, at amerikanska fólki trýr honum, hann er moralskt óegnaður til at vera forseti, segði Comey. Hetta sigur hann í kjalarvørrinum av bókini A Higher Loyality: Truth, Lies and Leadership, sum hann sjálvur gevur út í hesum døgum.

 

 

 

Víðari samanber James Comey Trumo við mafiuna. Hann greiði frá bæði í bókini og í samrøðuni við ABC News, hvussu hann handfór kanningina av Hillary Clinton og hennara sokallaða teldupostamálið, og um sína karrieru í FBI, har hann millum annað hevur staðið á odda fyri kanningararbeiðið móti Martha Stewart og mafiuni Cosa Nostra.

 

 

Og tað er júst Cosa Nosta, sum hann nýtir til samanberingar við Trump, har hann greiðir frá einum døgurða, sum hann sjálvur hevði við Donald Trump í Hvítu Húsunum í januar í fjør. Her sigur Comey, at Trump spurdi inntil sítt trúfesti.

 

 

- Hann segði, at hann hevði tørv á trúfesti, og eg svaraði: ”Tú fært altíð eitt erligt svar frá mær”, segði James Comey í samrøðuni og samanbar støðuna við eitt innlimingar ritual hjá Cosa Nostra.

 

 

Ritzau