- Tað kemur ikki upp á tal at broyta fíggingarleistin av eldraøkinum aftur. Verður eitt komma broytt, má landið taka ábyrgdina av eldraøkinum í Sandoynni aftur.
Tað sigur ein avgjørdur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, nú tað vísir seg, at nakrar kommunur noyðast at leggja út av egnum kassa fyri eldraøkið.
- Orsøkin til, at afturberingin fyri DIS, FAS og aðrar skattafrádráttir gjørdist ein partur av fíggingarleistinum, var fyri at gera ávísar kommunur førar fyri at taka ímóti eldraøkinum.
Borgarstjórin sigur tað vera fakta, at hesar serskattaskipanir, ið landið smoygdi niður yvir kommunurnar, eru størsta orsøkin til, at fíggjarstøðan hjá eitt nú Sands kommunu hevur verið so katastrofal í ártíggjur.
Úrslitið hevur verið, sigur Brandur Sandoy, at summar kommunur hava kunnað flottað sær og kunnu nú reypa sær av, at tær eru lidnar við allar kloakkir, eins og hvør vegastubbi er asfalteraður, og skattaprosentið er í botni.
- Hetta hevur Sands kommuna ikki kunnað, tí landið hevur tikið tvær miljónir krónur beinleiðis úr kommunukassanum árliga í nógv ár.
Borgarstjórin sigur, at vend er komin í, nú kommunan, sum rættvíst er, fær tann pening í kommunukassan, sum kommunan av røttum eigur at fáa.
- Nú er ójavnin útjavnaður, og vit eru komin á sama støði sum aðrar kommunur í inntøku. Tað kemur tí ikki upp á tal at tosa um at broyta fíggingarleistin aftur, og eg noyðist at ávarða landsstýrið um ikki at pilka við leistin.
Borgarstjórin vísir á, at Føroya Kommunufelag tók undir við fíggingarleistinum, sjálvt um tað nú ljóðar, sum um felagið ikki gjørdi tað.
- Hvar var kommunufelagið og landsmyndugleikarnir, tá vit í Sandoynni ferð eftir ferð vístu á tað órættvísi, sum okkum var fyri fram til 1. januar 2015?
Brandur Sandoy sigur, at hann tekur fult undir við, at landið hækkar játtanina til tær kommunur, sum ikki fáa endarnar at røkka á eldraøkinum.
- Men, tað kemur ikki uppá tal at broyta fíggingarleistin. Um so verður, fær tað álvarsamar avleiðingar, leggur hann avgjørdur aftrat.