stendur fyri arbeiðinum, hava verið og kannað viðurskiftini, men enn finst einki yvirlit yvir skaðan, ella um hann fer at seinka arbeiðinum. Jan Hoffman, sum er leiðari, ella projekt-koordinator, fyri øllum [...] ferjuleguna ikki er eitt mál fyri Havnanevndina, í øllum føri ikki í fyrstu atløgu. - Vit hava eina avtalu um, at ferjulegan skal vera liðug 20.marts næsta ár. Vísir tað seg, at tíðarætlanin verður seinkað [...] hava hugt at skaðanum, men enn hava vit ikki gjørt nakrar meting av, hvørjar avleiðingar skaðin hevur fyri samlaða arbeiðið, sigur Jan Hoffman. Hann leggur afturat, at tíðindini um at arbeiðið møguliga verður
skuldi byggja í trimum hæddum, sigur Torkil við Sandá, sum sigur seg hava fylgt øllum ynskjum, kommunan er komin við. Hann hevur keypt økið fyri eina millióna upphædd, og hann hevur nýtt fleiri hundraðtúsund [...] byggi merkir, at málið er liðugt viðgjørt politiskt, og tann, ið ætlar at byggja, skal bert halda seg innanfyri tær ásetingar, sum eru galdandi. Torkil við Sandá skilir tað soleiðis, at hann hevur fingið [...] men kann ikki fáa endaligt loyvi fyrr enn allar tekniskar ásetingar við kloak og øðrum eru lagdar fyri býráðið. Torkil heldur ikki, at ein tíggju metrar høgur bygningur er nakað serliga stórt. ?Hetta er
pskotinum, er farin av landinum, og hann vildi heldur ikki siga um hann kallaði varafólk á ting fyri seg í dag. Varafólkið hjá Kristini Michelsen er Bjørg Dam, men hon vil hvørki vátta ella avsanna um [...] hvørjum øðrum. Tað merkir, at Kristin Michelsen fer ikki at atkvøða fyri fiskivinnunýskipanina og afturfyri fer Magni Laksáfoss at halda seg burtur, so tað kemur út upp á eitt. Men Magni Laksáfoss hevur onga [...] undir spenningin, at hann er útsettur, tí tað hevur ikki eydnast øllum tinglimum at sleppa til Havnar fyri veður. Tey eru tó á veg, og tingfundur verður seinni. Annars er stóri spenningur um samgongan yvirhøvur
loysir seg at seta vindmyllur upp í Føroyum og at tað er neyðugt at hugsa seg sera væl um, áðrenn loyvi verður givið til at binda í. Loysti seg ikki SEV hevur sjálvt gjørt royndir við vindmyllum fyri at vita [...] vit fáa hann fyri minni enn tað, tað annars kostar okkum at gera streym. Vit fara ikki at keypa streym frá øðrum, um hann kostar meiri enn vit sjálvir kunnu gera hann fyri, tað sigur seg sjálvt, sigur [...] seta fleiri vindmyllur upp á Strondum. Men fyri at sleppa av við streymin er tað neyðugt at binda í netið hjá SEV. ?Hetta er ein spurningur, sum stýrið fyri SEV má taka støðu til, tá ið ein umsókn kemur
Hoydal, landsstýrismaður í grindaviðurskiftum. Helgi Abrahamsen, sum hevði sæti á tingi fyri Sambandsflokkin fyri jól, spurdi landsstýrismannin, um ætlanin er at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág. Hann sigur [...] henni, og tí varð, í fyrsta umfari, bíðað eftir at feilirnir vórðu rættaðir. Men síðani vísti tað seg, at eisini, at trupulleikin við fráboðanarskylduni máttu fáast av vegnum, áðrenn kunngerðin kundi verða [...] grindaboð, annars fær viðkomandi 25.000 krónur í bót. Ferðavinnan sigur, at hetta fær ferðafólk at aftra seg við at koma til Føroya, og tí hava tey mælt til at avtaka revsingina. Landsstýrismaðurin hevur boðað
hjá familju og kenningum, sum Javni orðaði seg. Bústovnarnir eru teirra heim og undir verkfallinum vóru tey koyrd úr sínum egna heimi. Tey rinda eisini leigu fyri bústaðin, og nú verkfallið er av, verður [...] endurrindaða fyri ta tíðina, tey ikki sluppu at vera heima. Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er ikki greitt um tey fara at fáa leiguna endurrindað fyri hesa tíðina [...] undir Almannaverkinum, sum máttu flyta av stovninum, tí tey fingu ikki ta pedagogisku hjálp, tey høvdu fyri neyðini. Tað er ikki gjørt upp, hvussu nógv fólk, talan var um, og hvussu nógvar dagar, talan var
fór at ganga, førdi Sam 69.000 ferðafólk og 9700 bilar um Kalsoyarfjørð. Beinir Johansen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt partamannin, landsstýrismannin í fíggjarmálum og í samferðslumálum, hvat [...] halda fram. Hann vísir á, at Strandferðslan hevur eisini fingið Erlu Kongsdóttir, og kanska letur tað seg gera at lata hana sigla nakrar túrar í Kalsoynna.
iðurskiftini í Suðuroy. Kristian Davidsen segði, at nú Strandferðslan er farin at leggja ætlanina fyri næsta ár, verður fyribils arbeitt út frá tí, at nýggi Smyril skal sigla sama túratal, sum hesin ger [...] um vikuna, verður siglingstíðin einar 14 tímar færri. ?Sostatt leypa 14 tímar av og tað gevur rúmd fyri 3-4 túrum afturat um vikuna, uttan at sprongja sáttmálasetta tímatalið hjá manningini og reglar um [...] brúkast Á evnisdegnum vísti Dennis Holm, samfelagsfrøðingur á, at tað er høpisleyst at byggja eitt skip fyri 300 milliónir, sum bara skal sigla í seks tímar um samdøgurið. ? Tað vildi svara til, at undirsjó
ikki at siga um hetta er eitt hugskot, tey taka undir við. Hann sigur, at enn er ikki grundarlag fyri at hava eina støðu í málinum, tí málið er slett ikki viðgjørt. Men hann leggur dent á, at skal talan [...] haldgrundarlag at byggja eina støðutakan á, sigur hann. Hann sigur, at tað eru fleiri ivamál, sum taka seg upp í hesum sambandi og lærarar eru eisini ójavnir á máli um vetrarferiu. Summir lærarar vísa á, at [...] er samanhangandi og tá ber eisini til at hava eina samanhangandi undirvísing í eina tíð. Teir stúra fyri, at verður undirvísingin avbrotin av eini vetrarferiu, fer tað eisini at órógva undirvísingina. Hinvegin
fara at samráðast í felag, um nøkur av teimum fara at samráðast í felag, ella um hvør samráðist fyri seg. Hon segði, at feløgini fara at tosa meiri um hesi viðurskiftini í næstu framtíð. Tað skilst, at