Óvæntaður lúsingur til unglingarnar

Føroyska U?19 landsliðið fór í 2. hálvleiki ímóti Makedonia niður við nakkanum, og so gjørdist talan um 4?0 tap í avbjóðingini, har tað var vónað, at Føroyar skuldu fáa stig

U?19 EM undankapping

Lagið er einki serligt í føroysku fótbóltsleguni í Skotlandi. U?19 árgangurin, sum nú er í Skotlandi og spælir ímóti Skotlandi, Makedonia og Turkalandi, hevur verið roknaður at vera ein tann besti nakrantíð. Besti møguleikin fyri at fáa stig varð mettur at vera ímóti Makedonia. Tann dysturin varð spældur mánakvøldið, og tað miseydnaðist fullkomuliga hjá føroysku dreingjunum.
Makedonia vann 4?0, eftir at teir høvdu verið á odda 1?0 í steðginum. Málið í 1. hálvleiki fingu teir í 27. minutti eftir innlegg úr vinstru og stútara. Í 2. hálvleiki fingu teir trý mál. Øll vórðu skorað eftir hornaspark. Í tveimum førum var føroyski málverjin óheppin at missa bóltin, og í triðja førinum varð drønstútað, eftir at bólturin hevði skrúvað burtur frá málinum.
? Talan var um stórt vónbrot. Mótstøðuliðið var væl veikari, enn skotska liðið, sum vit leygardagin taptu ímóti við tveimum málum. Okkara avrik hesa ferð kunnu vit á ongan hátt vera nøgdir við. Í 2. hálvleiki var avrikið á ongan hátt nóg gott. Talan var um kollektivan offday, sigur Jógvan Martin Olsen úr Glasgow. Hann iðrar seg ógvuliga nógv. Eftir at hava verið við í tíggju ár, hevur hann nógvar royndir, og hann heldur, at møguleikarnir sjáldan hava verið so góðir, sum teir áttu at havt verið ímóti Makedonia.
? Eg havi fleiri ferðir sagt, at U?19 liðið hesa ferð hevur verið evnaríkt sum sjáldan, og at tað hevur verið hugaligt, at breiddin hevur verið so stór. Tíverri fingu vit ikki gagn av hesum, tá ið tað galt. Ingi Højgaard, og Kristian Anton Andreasen eru ikki við, tí teir hava verið skaddir. Rasmus Nolsøe og Poul N. Poulsen vóru leikbannaðir ímóti Makedonia. Bergur Midjord og Bárður Olsen vóru so mikið skaddir ímóti Skotlandi, at teir ikki fingu spælt ímóti Makedonia, men Bárður noyddist á vøllin síðsta korterið, tí tríggir spælarar noyddust at fara út, tí teir vóru skaddir.
Teir, sum noyddust at fara út, vóru Símun Samuelsen, sum hevði influensu í vikuskiftinum, Páll D. Joensen, og Hanus Thorleifsson.
Tað ber ikki til at siga, at málini hjá Makedonia komu eftir upplagdar møguleikar. Umframt málini, so høvdu makedonar bara eina rættuliga skotroynd ímóti føroyska málinum. Føroyska liðið hevði einki at bjóða uppá í álopsspælinum.
Dysturin varð spældur á St. Mirren stadion. Í hinum dystinum spældu Turkaland og Skotland 1?1.
Í kvøld fer føroyska liðið at spæla síðsta dystin. Hann verður ímóti Turkalandi. Kl. 11 í gjár vandi føroyska liðið. Takið er nú at fáa mót av nýggjum. Føroyska liðið kann ugga seg við, at dysturin í kvøld verður síðsta uppgávan hjá nøkrum føroyskum fótbóltsliði í ár. Ferðalagið kemur aftur í Vágar í morgin.

Makedonia?Føroyar 4?0 (1?0)
Føroyar: Gunnar Nielsen, Frem ? Jónas Þór Næs, Frem, Jákup Olsen, VB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Hanus Jacobsen, GÍ ? Jústinus R. Hansen, NSÍ, Kjartan M. Højgaard, Vejle, Høgni Madsen, GÍ, Hanus Thorleifsson, Skála (Bárður Olsen, EB/Streymur, 75.) ? Páll M. Joensen, HB (Magnus Skoralíð, GÍ, 65.), Símun Samuelsen, GÍ (Rókur Jespersen, HB, 50.)