Óvæntað lætt hjá SÍ

Eftir tveir tættar fimmsettarar fyri viku síðani, mundu tey fægstu rokna við, at annað liðið skuldi vinna 3-0, nú tey hittust á Giljanesi í triðju og altavgerandi FM-finaluni. Men SÍ hevði veruliga munin og setti meira ferð á, tá mest ráddi um at gera tað

SÍ-Mjølnir 3-0 (25-22, 27-25, 25-16)

Flogbóltur: Hetta var sum fyri nøkrum árum síðani, tá amerikanski boksarin, Mike Tyson, gjørdi »come-back«. Sunnunátt setti tú vekjaran, fórt upp at gera ein kaffimunn og taka ís úr boksini, áðrenn tú setti teg væl til rættis í sofuni framman fyri sjónvarpið. Men meiri enn so hendi tað seg, at dystirnir blivu ikki longur enn hálvanannan minutt, so kaffi var ikki kølnað og ísurin framvegis grótharður, áðrenn alt var yvirstaðið.
Nakað soleiðis var kenslan á Giljanesi leygardagin, tá SÍ knústi Mjølnir við einum greiðum 3-0 sigri og tók føroyameistaraheitið. Tey flestu høvdu helst væntað, at tey skuldu verða sitandi í høllini eina løtu, meðan liðini bardu seg ígjøgnum fyrst fýra sett og so tóku ultimativu duellina í tí fimta.
Men soleiðis skuldi ikki ganga. Tey bæði fyrstu settini vóru nokk so jøvn og liðini fylgdust væl, men í báðum førum var SÍ drúgvari ímóti endanum. Í fyrsta setti vann Kári Mikkelsen nakrar avgerandi bóltar ímóti endanum, so SÍ vann tað rímiliga 25-22, men í øðrum setti var tað Mjølnir, sum tvær ferðir hevði settbólt, áðrenn SÍ yvirtók og sigraði 27-25.

SÍ setti ferðina upp
Nú kom so hetta vælsignaða triðja setti, sum í jøvnum dystum oftast endar við, at liðið, sum er á odda 2-0, fer eitt sindur niður í ferð. Tað gjørdi SÍ bara ikki, tí í staðin varð ferðin sett upp, og bæði í servum og álopsspæli syrgdu sørvingarnir fyri, at teir hjá Mjølnir høvdu úr at gera hinu megin netið.
Tað var bara teir fyrstu bóltarnar, at tað var javnt. Gloppið kom, tá Raiko Petrovic hevði nakrar góðar servur á rað. Tað skyldaði hann eisini, tí í fyrsta settið spilti hann fimm bóltar á rað burtur, so Mjølnir slapp framum eina løtu. Men nú var hann tryggur á hondunum, og so var SÍ á gullkós.
Runt allan vøllin vóru SÍ-ararnir greitt betri, og eitt nú fylgdi Emil Mikkelsen nú fyridøminum frá Jóni Joensen í fyrru settunum, og hann vann eitt ótal av bóltum. Teirra millum var tann næstsíðsti, og so slapp hann enntá at serva tann síðsta, ið ongantíð kom yvir um aftur netið.
Sostatt var dupulta greipan hjá SÍ veruleiki, og fólkið tusti inn á vøllin at fagna sínum monnum, ið saman við kvinnunum hava skrivað søgu, ið seint verður gloymd. Flott, SÍ, og hjartaliga tillukku við tí!