Hóast Slovenia púra óvæntað megnaði at vinna 2-1 í fyrra dystinum landanna millum, so høvdu tey flestu ivaleyst roknað við, at Ukraina fór at vísa mótstøðuliðnum, hvart skápið skuldi standa í seinna dystinum.
Komu eftir
javnleikinum
Tað varð eisini skjótt greitt, at slovenar vóru komnir á vøllin við ti fyri eyga at haldað nullið. Byrjunaruppstillingin var rættuliga, og umframt at teir royndu at tetta væl á miðvøllinum, vóru teir eisini sera ansnir, tá Ukrainar sendu bóltin fram til annan av framherjunum, Rebrov ella Shevchenko.
Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist tó alt meira sjónligt, at Ukrainar so avgjørt vóru til at tosa við, og í slovenar vóru sera vandamiklir, tá teir við kvikum samaspæli fóru fram eftir vøllinum. Hinvegin var als ikki sama bit í álopunum hjá heimaliðnum, sum ikki tóktist trívast serliga væl við favoritt heitinum.
Vandamesta álopið í fyrra hálvleiki kom eisini frá útiliðnum, tá vandamikli framherjin, Zahovic, varð feldur inni í brotsteiginum, men ístaðin fyri at bríksla fyri brotssparki lat dómarin spælið halda fram, fyri síðani at geva Zahovic gula kortið fyri at lata seg detta.
Sum fyrri hálvleikur leið, gjørdist slovenar alt meira álopshugaðir, tó uttan at ofra verjupartin, og leikararnir á heimaliðnum gjørdust alsamt meira frustreraðir. Vælvirkandi verjuspælið hjá slovenum, har teir løgdu trýst á, so skjótt bólturin kom fram um miðjuna, hevði við sær, at álopini ofta endaðu við einum langum bólti til áleypararnar, sum litið og einki fingu gjørt fyri eftiransarum sínum.
Fullu ikki í fátt
Tá góðir 20 minuttir vóru eftir at leika, hendi so tað, sum als ikki mátti henda fyri slovenar. Bólturin varð spældur inn í brotsteigin, og tá slovenska verjan ansaði í so væl eftir Shevchenko, lat hann seg detta og dómarin bríkslaði. Leikararnir á útiliðnum vóru sjálvsagt í øðini, men dómarin lat ikki við seg koma, og uttan nakað serligt hóvasták setti Rebrov bóltin í netið.
Hetta var av sonnum eitt bakkast fyri slovenar, sum dystargongdin hevði verið, var tað vorið alt meira sannlíkt, at tað heldur vórðu teir, ið fóru at fáa mál, og ikki favorittarnir úr Ukraina.
Teir fullu tó ikki í fátt, men fóru ístaðin at trýsta ukrainska liðið langt uppi á vøllinum. Ukrainar royndu nú at verja av fullari megi, men tá 10 minuttir vóru eftir varð galið. Fríspark varð gjørt beint uttanvert brotsteigin, og eftir at múrurin hevði bjargað í fyrstu atløgu, varð enn ein skotroynd send móti málinum. Miran Pavlin megnaði at toyggja seg og og harvið rætta skotið av, soleiðis at málverjin á heimaliðnum var fullkomuliga prísgivin, og einki kundi gera fyri at steðga bóltinum, sum rullaði í málið.
Nú var væntandi, at heimaliðið fór at senda alt fólkið frameftir, í eini seinastu roynd at venda dystinum, men ístaðin fullu gulklæddu menninir fullkomuliga í fátt. Onkrar hálvhjartaðar royndir vóru, men samlaði sigurin hjá slovenum varð ongantíð hóttur eftir hetta.
Samanumtikið varð talan sostatt um eitt rættvíst, um enn óvæntað úrslit. Ukraina megnaði ongantíð at liva upp til leiklutin sum favorittur, men fingu ístaðin loyvi til at royna sín egna heilivág, nevnliga kvika kontraspælið, sum slovenar sýndu í teimum báðum dystunum.