Óvæntað tap til Holst

Christian Lamhauge Holst og Silkeborg taptu óvæntað fyri FC Nordsjælland í dag. Silkeborg liggur betri fyri á stigatalvuni og kom eisini best frá byrjan í dystinum. Føroyski landsliðsleikarin, sum spældi dystin á tamb í høgra borði, gjørdi vart við seg eftir lítlum korteri, tá hann sendi eitt skot á tvørtræið.

 

Silkeborg stýrdi eisini slagnum hampiliga væl eftir hetta, men hevði trupult við skapa stórar møguleikar. Men beint fyri steðgin bragdaði og Silkeborg legði seg á odda. Stutt eftir var nær við at Silkeborg økti, men royndin miseydnaðist. Hinvegin tóktist alt at eydnast hjá FC Nordsjælland, sum gjørdi trý mál á rað innanfyri átta minuttir.

Tveir minuttir fyri leik minkaði Silkeborg um munin til 3-2, men tapið fyri FC Nordsjælland var veruleiki. Sostatt er Silkeborg á fimta plássi við 37 stigum, sjey færri enn Brøndby og FC Midtjylland, ið liggja á plássunum, sum geva atgongd til Euro League.