Óvæntaður gestur í Afghanistan

Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, steðgaði óvæntað í Kabul á vegnum heimaftur til Bretlands

Steðgurin í afghanska høvuðsstaðnum var kortini stuttur, fýra tímar. Orsakað av trygdarviðurskiftunum fór Blair ikki inn í høvuðsstaðin Kabul, men hitti ístaðin afghanskar umboðsmenn í floghavnini Bagram.
- Eg setti mær fyri at fara til Afghanistan fyri at vísa tillagingarstjórnini her, at vit halda okkum hava varandi skyldur mótvegis tí afghanska fólkinum, segði Blair, tá flogfar hansara setti seg í Bagram-floghavnini, sum sovjetska hersetingarvaldið lat gera, og sum bretskir hermenn nú hava eftirlitið við.
Afghanski leiðarin Hamid Karzai tók ímóti bretska forsætisráðharranum.
- Afghanistan hevur ligið í andaleypi alt ov leingi, og allur heimurin hevur goldið prísin, sum hevur verið yvirgangur, rúsevnisútflutningur og at enda tann oyðandi spreingingin í USA, segði Tony Blair. Hesum tók Karzai undir við.
Blair legði afturat, at allur heimurin hevur áhuga í, at viðurskiftini í Afghanistan gerast trygg og støðug, og at landið aftur verður ein partur av altjóða samfelagnum.
Eftir ta almennu móttøkuna hevði Blair fund við Karzai í einum bygningi í floghavnini. Eisini hitti hann bretska herovastan í Afghanistan, ein av leiðarunum hjá altjóða friðardeildini og serliga ST-sendimannin hjá ST, Lakhdar Brahimi.
Eisini amerikansk vitjan
Stutt áðrenn Tony Blair kom til Bagram-floghavnina, hevði Hamid Karzai hitt fleiri leiðandi amerikanskar politikarar. Teirra millum vóru fyrrverandi forsetavalevnið John Mc Cain og demokratiska varaforsetavalevnið Joe Lieberman.
Lieberman segði, at Washington eigur at biðja Afghanistan um umbering fyri, at USA hevur vent tí bakið seinastu nógvu árini.
- Tann 11. september rindaðu vit dýrt fyri fyri okkara vantandi luttøku í Miðasia, legði hann afturat.