Seks av sjey dystum í 26 umfari í Premier League hava verið í dag. Chelsea fekk reytt á heimavølli og misti stig móti Burnley, meðan Manchester United tapti fyri Swansea. Arsenal yvirhálar Manchester United við sigri á Crystal Palace.
Chelsea var stórfavorittur undan dystinum móti Burnley í dag. Heimaliðið kom eisini á odda í fyrra hálvleiki, tá Branislav Ivanovic skoraði eftir flott upplegg frá Eden Hazard. Í seinna hálvleiki fekk miðvallarin hjá Chelsea, Nemanja Matic, reytt kort. Tað útnyttaði Burnley og javnaði stutt fyri tíð við málið, sum Ben Mee skoraði.
Manchester United var á vitjan í Wales, har Swansea tók ímóti. Ander Herrera legði gestirnar á odda við flottum máli aftaná 28 minuttir. bara tveir minuttir seinni javnaði Sung-Yueng Ki fyri vertirnar. Í seinna hálvleiki trýsti Manchester United, men tað var Swansea sum stjól stigini. Jonjo Shelvey royndi seg við skoti, sum rakti viðspælaran, Bafetimbi Gomis , og snýtti málverjan.
Joey Barton reytt kort
Í hinum dystunum vann Hull City ein týdningarmiklan dyst móti QPR. Har fekk tann til tíðir umstríddi Joey Barton enn eina ferð eitt láturligt og tápuligt reytt kort, tá hann sló eftir undirlívinum hjá Hull City spælaran.
Kreppan í Aston Villa heldur fram, eftir at Stoke vann 2-1 í evstu løtu. Einki mál kom í dystinum millum Sunderland og WBA.
Í toppinum hevur Arsenal yvirhálað Manchester United og liggur á triðja plássi. Arsenal vann 2-1 Crystal Palace. Santi Cazorla og Oliver Giroud skoraðu málini fyri Arsenal.
Premier League – 26.umfar:
Aston Villa – Stoke 1-2
Chelsea – Burnley 1-1
Crystal Palace - Arsenal 1-2
Hull City – QPR 2-1
Sunderland – WBA 0-0
Swansea – Manchester United 2-1