Óvæntað støða

Eingin hevði roknað við, at VB-kvinnurnar skuldu koma so væl frá byrjan í kappingini, tí eitt skifti var ivasamt, um 1. deildarhondbóltur yvirhøvur bleiv í Vági í vetur

Kvinnuhondbóltur

At árið er byrjað so væl hjá VB, siga vágbingar vera heilt óvæntað, tí liðið er í grundini spildurnýtt.
Sum vit hava nevnt fyrr, hava tær klassisku orsøkirnar eisini gjørt um seg í Vági, har onkrar eru í eydnusomum umstøðum, onkrar eru farnar av landinum og aðrar bara givnar.
Einasti av spælarunum frá í fjør, sum er eftir, er Laila Jespersen, og so er Arnleyg Hjelm komin við aftur eftir steðg í eitt ár.
Hinvegin hevur liðið fingið styrk úr Litava við málverja og tveimum bakkspælarum, men annars er restin fólk, ið hevur flestu royndirnar úr 2. deild.
Nú tað hevur koyrt sum knívur í bleytum smøri fyrstu dystirnar, hava vit fingið uppspurt, at undan kappingini var støðan í Vági næstan sum í Klaksvík.
Eisini hjá VB sá tað so svart út við fólki, at ein hugsaður tanki var at satsa upp á 2. deildarliðið, fyri at byggja nakað nýtt upp og heldur gloyma 1. deild, til fólkið var til tað.
Nú hava VB-kvinnurnar spælt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Hetta merkir, at nú summi av liðunum hava spælt tríggjar og onnur fýra dystir, eru VB-kvinnurnar á odda í 1. deild.
Samstundis eigur eisini at nevnast, at allir tríggir dystirnir higartil hava verið á heimavølli í Vági, og at VB enn ikki hevur víst, hvør dugur er í liðnum á útivølli.
Tað sleppur liðið nú, tí tveir teir næstu dystirnir eru í Havnini. Fyrst móti Neistanum komandi leygardag og síðani móti Kyndli sunnudagin 3. november.
Á heimavølli hevur liðið fingið góðan stuðul frá sínum trúgvu áskoðarum, sum neyvan verða eins væl mannaðir til útidystirnar.
Men hvussu er og ikki, so man lítið vera at ivast í, at hondbóltsprátið í Vági verður nógv hesa vikuna og kanska næstu vikurnar eisini. Møguliga verður kvinnuhondbólturin heitasta samrøðuevnið hjá vágbingum allan veturin. Livst, so spyrst.