aftur seinnapartin í dag. Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag. - Hugurin stóð til sjógvin frá barni av, og tá eg var liðugur við 7. flokk, stóð mær í boði at fara til Danmarkar [...] var tá ein ríkur drongur. Mikkjal Simonsen fór so aftur í skúla um heystið. Sum 17 ára gamal byrjaði hann at arbeiða á flogvøllinum og varð har í heili 35 ár. - Sum hálvgamal fór eg aftur til skips og so [...] Skjótt 71 ára gamli Mikkjal Simonsen í Sørvági siglir sum kokkur við Mascot, sum roynir við rúsum eftir krabba undir Føroyum. - Teir hava verið úti í nakrar dagar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur
hugsað mær, at í øllum førum skúlabørn sleppa at koyra ókeypis í skúla, sigur Marin Katrina Frýdal, sum vónar, at málið kann verða loyst, áðrenn fíggjarætlanin fyri 2007 verður samtykt, í seinasta lagi [...] vit spyrja hana beinleiðis, um ætlanir eru um, at tað skal vera ókeypis hjá næmingum í framhaldsdeildini at koyra í skúla, tá tey búgva langt frá skúlanum, sigur hon, at hon kann siga somikið sum, at arbeitt [...] samgonguna í Tórshavnar Býráð, og øll siga seg vera samd um, at tað er ikki nøktandi, at borgarar eru fyri mismuni. Men tey eru kortini ikki so glað fyri at koma við nøkrum ítøkiligum, tí okkurt er í umbúna
Aftur í ár skipar Tórshavnar kommuna fyri verkætlanini Ung í arbeiði, har ungdómur kann gera fyrifallandi arbeiði fyri kommununa. Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 1. juli-12. juli, ella í tíðarskeiðnum 15 [...] tann 26. juli. Harumframt skal ein vera búsitandi í Tórshavnar kommunu, men ungdómur, ið til dømis er í skúla aðrastaðni, men flytir aftur til kommununa í summarfrítíðini, kann eisini søkja um arbeiði.
er tað í ryggloysi og dugnaloysi, onki annað. At geva øðrum skyldina og vaska sínar hendur, tað er at leggja handklæðið í ringin. Skúli er arbeiðspláss Almennu Føroyar eiga í stundini at taka skúla og ung [...] Føroya. Nýggjan skúla ongantíð ov skjótt Eftir at hava starvast í Hoydølum í sjey ár, so veit eg, at standurin er veruliga so ringur, sum tey ungu vísa á, ja kanska verri. Tí tað er í veruleikanum ilt [...] skemtiliga er hent, at politikarar eru farnir at geva lærarunum í Hoydølum skyldina fyri, at ongin loysn er funnin í málinum um skúlan í Hoydølum, so kenna hesir als ikki sína uppgávu. Vita politikarar
Í annaðkvøld, mánakvøldið, klokkan 19 verður høvi hjá skálafólki og øðrum at hoyra fyrilesturin hjá Páll Kunoy um sluppirnar Imanuel og Lauru. Báðar sluppirnar gingu burtur á Suðurlandinum í sama ódnarveðri [...] ódnarveðri á vári í 1932, og báðar manningarnar lótu lív. Eftir sótu nógvar einkjur, faðirleys børn og familjur sum mistu í hesum skipsvanlukkum. Tað er Fornminnafelagið á Skála, sum skipar fyri, og fyrilesturin [...] fyrilesturin verður í Skála skúla. Umframt fyrilesturin, fara eisini sløkkiliðsmenn úr økinum at syngja nakrar sangir.
fjarundirvísing heima, at fáa møguleika at fara í skúla aftur. Flokkarnir á Fólkatingi eru enn í holt við samráðingarnar, so nøkur onnur tiltøk verða væntandi sett í verk eisini, sambært Ritzau. [...] úan, Mette Frederiksen, hevur í sambandi við samráðingar við hinar fólkatingsflokkarnar í dag boðað frá, at ætlanin er lata samfelagið enn meira upp. Tað skrivar Ritzau í dag. Danska stjórnin vil nú hava
13 skúlagentur og fimm hermenn vórðu særd í einum álopi á ein skúla tætt við amerikonsku sendistovuna í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa Jemenski forsetin, Ali Abdullah Saleh, sigur við almennu tíðindastovuna [...] sendistovuna. Sambært uttanríkisráðnum fekk eingin á sendistovuni skaða, men sendistovan er kortini stongd í dag.
Seinastu áríni hava fleiri skúlar gjørt mannagongdir í samband við andlát og miss í skúlunum. Í hesum sambandi skipar Argja skúli fyri pallborðsfundi í Argja skúla mánakvøldið 14. mars kl 19.30 við evninum: Børn
tilkomnu um kvøldið kl. 19.00. Í samband við dagin verður ein myndaframsýning í skúlanum við myndum frá hesum tíðarskeiði - floksmyndum, myndum av ymiskum, ið farið er fram í skúlanum hesi árini og øðrum [...] verður eisini at síggja skúlan ? og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Karl Thomsen, skúlastjóri í Gøtu skúla.
rin og skúlin um tey børnini, sum fara í 1. flokk komandi ár. Endamálið er at stytta frástøðuna millum barnagarð og skúla. Við Streymin fer tí ein lærari yvir í barnagarðin eina ferð um vikuna. - Hann [...] higar í skúlan tveir tímar um vikuna. Endamálið við tí er at venja tey við sjálvt skúlaumhvørvið. Tey eru í eini skúlastovu, sita á føstum plássum, tey læra, hvussu tú setir skógvarnar frá tær, ja, í grundini [...] lærararnar, sum skulu undirvísa teimum, sigur June Eyð Joensen. - Tað, sum vit gera her í okkara skúla, er komið í lag, tí vit varnaðust, at tørvur var á tí. Vit hildu, at tað gagnaði bæði børnunum og lærarunum