Í annaðkvøld, mánakvøldið, klokkan 19 verður høvi hjá skálafólki og øðrum at hoyra fyrilesturin hjá Páll Kunoy um sluppirnar Imanuel og Lauru.
Báðar sluppirnar gingu burtur á Suðurlandinum í sama ódnarveðri á vári í 1932, og báðar manningarnar lótu lív.
Eftir sótu nógvar einkjur, faðirleys børn og familjur sum mistu í hesum skipsvanlukkum.
Tað er Fornminnafelagið á Skála, sum skipar fyri, og fyrilesturin verður í Skála skúla.
Umframt fyrilesturin, fara eisini sløkkiliðsmenn úr økinum at syngja nakrar sangir.










