Matstovur lata upp og eldru næmingarnir sleppa í skúla aftur

Skjótt fer gerandisdagurin í Danmark at minna eitt sindur meira um tann gerandisdagin, sum var áðrenn koronakreppuna

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur í sambandi við samráðingar við hinar fólkatingsflokkarnar í dag boðað frá, at ætlanin er lata samfelagið enn meira upp. Tað skrivar Ritzau í dag.

Danska stjórnin vil nú hava, at handlar, innkeypsmiðstøðir, matstovur og kaféir kunnu lata upp aftur 10. mai. Eisini fara teir eldru skúlanæmingarnir, sum higartil hava havt fjarundirvísing heima, at fáa møguleika at fara í skúla aftur.

Flokkarnir á Fólkatingi eru enn í holt við samráðingarnar, so nøkur onnur tiltøk verða væntandi sett í verk eisini, sambært Ritzau.