Seinastu áríni hava fleiri skúlar gjørt mannagongdir í samband við andlát og miss í skúlunum.
Í hesum sambandi skipar Argja skúli fyri pallborðsfundi í Argja skúla mánakvøldið 14. mars kl 19.30 við evninum: Børn og sorg
Greitt verður frá mannagongd skúlans. Heri Joensen, prestur, nemur við evnið Sorg, Hans Mourits Foldbo, lærari og sálarfrøðingur, greiðir frá fyribrigdinum: "Inn og út úr sorgini", og heilsufrøðingar greiða frá royndum við sorgbólkum.
Høvi verður eisini at seta spurningar










