13 skúlagentur og fimm hermenn vórðu særd í einum álopi á ein skúla tætt við amerikonsku sendistovuna í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa Jemenski forsetin, Ali Abdullah Saleh, sigur við almennu tíðindastovuna Saba, at tað vóru yvirgangsmenn, sum framdu álopið á skúlan.
Tað var ein granat, sum rakti skúlan, men amerikanska uttamnríkisráðið heldur, at álopsmenninir ætlaðu at raka sjálva sendistovuna.
Sambært uttanríkisráðnum fekk eingin á sendistovuni skaða, men sendistovan er kortini stongd í dag.