Stytta farleiðina millum barnagarð og skúla

Nógv kjak er um, hvønn leiklut forskúlar skulu spæla í menningini av børnunum og eitt ávíst stríð er at hóma millum námsfrøðingar og lærarar hesum viðvíkjandi. Við Streymin royna tey eina millumleið. Har samstarva barnagarðurin og skúlin um tey børnini, sum fara í 1. flokk komandi ár. Endamálið er at stytta frástøðuna millum barnagarð og skúla.

 

Við Streymin fer tí ein lærari yvir í barnagarðin eina ferð um vikuna.

- Hann hevur ymiskt lætt tilfar við sær, eitt nú uppgávur við tølum og bókstøvum. Dentur verður eisini lagdur á at spæla málspøl, sum vit hava gjørt, við børnunum. Hesa skipanina hava vit fram til jóla. Eftir jól koma børnini so higar í skúlan tveir tímar um vikuna. Endamálið við tí er at venja tey við sjálvt skúlaumhvørvið. Tey eru í eini skúlastovu, sita á føstum plássum, tey læra, hvussu tú setir skógvarnar frá tær, ja, í grundini verða tey kunnað um, hvussu skúlin virkar, sigur Mirjam Zachariasen við Skúlablaðið.

 

Endamálið er, at børnini skulu kenna seg trygg við skúlaumhvørvið.

- Okkara royndir siga okkum, at hetta er ein góð skipan. Vit síggja, at næmingarnir kenna seg tryggar við skúlabyrjanina, ikki minst tí, at teir kenna lærararnar, sum skulu undirvísa teimum, sigur June Eyð Joensen.

 

- Tað, sum vit gera her í okkara skúla, er komið í lag, tí vit varnaðust, at tørvur var á tí. Vit hildu, at tað gagnaði bæði børnunum og lærarunum, at vit lærdu børnini betur at kenna, og at tey lærdu okkum og skúlan betur at kenna, sigur Mirjam Zachariasen.

 

Les alla greinina í Skúlablaðnum, sum kom út í august.