Fáorðaðir býráðslimir

Býráðslimir siga, at ein loysn er á veg, so skúlanæmingar í framhaldsdeildini sleppa at koyra ókeypis framyvir.


Vit hava ringt til umboð fyri samgonguna í Tórshavnar Býráð, og øll siga seg vera samd um, at tað er ikki nøktandi, at borgarar eru fyri mismuni. Men tey eru kortini ikki so glað fyri at koma við nøkrum ítøkiligum, tí okkurt er í umbúna, sum ikki skal almannakunngerast enn.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Teksisku Nevnd, sigur, at tey hava arbeitt við málinum um bussleiðina síðani hetta býráðið tók við.
- Øll samgongan er samd um, at bussleiðin skal vera eitt alternativ til privatbilismuna, og at tað hevði lætt nógv um vegakervið sum heild, um fólk brúkti bussleiðina meira, sigur Marin Katrina Frýdal.
Tá vit spyrja hana beinleiðis, um ætlanir eru um, at tað skal vera ókeypis hjá næmingum í framhaldsdeildini at koyra í skúla, tá tey búgva langt frá skúlanum, sigur hon, at hon kann siga somikið sum, at arbeitt verður við málinum, og at tað helst kemur ein loysn á tí heilt skjótt.
- Inntøkurnar frá ferðaseðlum til bussleiðina eru 3,2 milliónir árliga, og eg kundi eitt nú hugsað mær, at í øllum førum skúlabørn sleppa at koyra ókeypis í skúla, sigur Marin Katrina Frýdal, sum vónar, at málið kann verða loyst, áðrenn fíggjarætlanin fyri 2007 verður samtykt, í seinasta lagi 1. desember.
 
Ein loysn er á veg
Heðin Mortensen, borgarstjóri og Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í Mentamálanevndini, siga við Sosialin, at hetta málið hevur verið uppi og vent ofta, og at tey skilja væl, at foreldur eru ónøgd.
- Eg vildi mett, at tað var best, um vit fingu eina skipan fyri øll, soleiðis at allir næmingar koyra ókeypis við bussinum, sigur Heðin Mortensen.
Og Hildur Eyðunsdóttir sigur, at ítøkiligar ætlanir eru um at broyta alla skipanina við bussleiðini, og at tað verður í øllum førum ein loysn, sum kemur øllum til gagns.