Aftur í ár skipar Tórshavnar kommuna fyri verkætlanini Ung í arbeiði, har ungdómur kann gera fyrifallandi arbeiði fyri kommununa.
Arbeiði fæst í tíðarskeiðnum 1. juli-12. juli, ella í tíðarskeiðnum 15. juli-26. juli.
Treytin fyri at lattaka er, at ein er fyltur 14 ár tann 1. juni, men ikki 17 ár tann 26. juli.
Harumframt skal ein vera búsitandi í Tórshavnar kommunu, men ungdómur, ið til dømis er í skúla aðrastaðni, men flytir aftur til kommununa í summarfrítíðini, kann eisini søkja um arbeiði.