Gøtu skúli tríati

Í dag, mikudagin 16. juni verður »nýggi skúli« tríati og í samband við tað, fer skúlin at hátíðarhalda dagin

Hátíðarhaldið fyri skúlabørnini verður mikumorgunin og fyri tey tilkomnu um kvøldið kl. 19.00.
Í samband við dagin verður ein myndaframsýning í skúlanum við myndum frá hesum tíðarskeiði - floksmyndum, myndum av ymiskum, ið farið er fram í skúlanum hesi árini og øðrum myndum, sum hava samband við skúlan.
Eisini verður nakað av eldri myndum at síggja.
Høvi verður eisini at síggja skúlan ? og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Karl Thomsen, skúlastjóri í Gøtu skúla.