Enn er so stutt liðið frá, bæði at hann tók yvir sum fiskimálaráðharri, og síðani tað er staðfest, at samráðingarnar endaðu úrslitaleysar. - Tað er eingin ivi um, at tað eri eg, sum havi ábyrgdina av [...] kinum. Harvið ikki sagt, at býtið av makrelinum ikki skal gerast í sátt og semju, men fiskivinnan er mitt málsøki, staðfesti Jacob Vestergaard. Sum sagt verður miðað ímóti at avgreiða sum mest av makrelinum [...] Jacob Vestergaard segði á Rás2 fyri løtu síðani, at tað neyvan verður talan um nakra uppboðssølu av makreli í ár. Ásetingin av eginkvotuni av makreli skal avgreiðast skjótast gjørligt, tí vit eru longu
skuldartyngda partin av Evropa. Hetta fer at gera tað munandi lættari hjá Evropa at stríða seg ígjøgnum kreppuna, sigur Jacob Graven við DR. Hann vísir tó á, at hóast tað gongur tann rætta vegin í USA, [...] Í seinastuni hava fleiri tøl víst, at tað gongur tann rætta vegin við búskapinum í USA, og í dag kom aftur eitt tal, sum bendir á sama borðið. Nú verður sagt, at í januar mánað komu 243.000 nýggj arbeiðspláss [...] væntað. Jacob Graven, sum er búskaparfrøðingur hjá Sydbank, sigur við danska kringvarpið, at tað er serliga hugaligt, at hesi tølini koma oman á fleiri onnur jalig tøl, sum eru komin úr USA ta seinastu tíðina
ferðina: - Ferðin gav okkum møguleika at røkja okkara handilsligu sambond, og eisini fegnast vit um, at sendistovan í London roynir at hjálpa okkum at loysa trupulleikan, at fiskiskip í fleiri førum hava slitið [...] hevur verið á vinnuferð í Skotlandi, sum sendistovan í London skipaði fyri. Endamálið við ferðini var at røkja handilslig sambond, sum felagið hevur í norðara parti av Skotlandi, og vitjað varð í Hetlandi [...] brúktur av oljufeløgum, sum leita eftir olju vestanfyri Hetland. Seinnu árini er tað fleiri ferðir hent, at skaði er komin á henda kaðal, tí skip hava trolað í sjóøkinum millum Hetland og Skotland. Á ferðini
eftir øllum at døma væl nøgd við tað, sum hann hevði at bera fram. Sum vera man brúkti Romney ein part av røðuni til at harta mótvalevnið, Barack Obama, forseta, og hann royndi serliga at venda sær til [...] Røðan í nátt var tann fyrsti veruligi møguleikin hjá Mitt Romney at tosa beinleiðis til veljararnar. Tann seinasta meiningakanningin vísir, at tað er púra javnt ímillum hann og Obama, 43 prosent í part. [...] fingið tað, sum tey væntaðu tá. Romney bað hesi leggja misnøgdina afturum og styðja hann í stríðnum fyri at skapa eitt betri USA. -Tað, sum okkara landi ørvar, er hvørki torskilt ella umfatandi. Vit hava ikki
Hann sigur, at verður misálit á Bjørn Kalsø reist í Løgtinginum, vil hann hava Fólkaflokkinum at atkvøða fyri. Tað er stjórasetanin á vinnuháskúlanum, sum fær Fólkaflokkin í høvuðsstaðnum at taka so rívan [...] - Tað skulu góðar grundgevingar til fyri ikki at fylgja eini innstilling frá eini setanarnevnd, og um landsstýrismaðurin ivast í einhvørjum, eigur hann at lata setanarnevndina taka støðu til ivamálini [...] innstillingina. - Spurningurin er, um Bjørn bara banar vegin fyri øðrum ógrundaðum avgerðum. - Ætlar Bjørn at flyta Vinnuháskúlan til Klaksvíkar við einum pennastroki? - Skuldu nøkur høvd bara rulla áðrenn, sum
fyri okkum, og hóasst vit vildu ynskt, at hann varð verandi, eru vit fegin um, at tað er til Real Madrid hann fer. Tað er eitt felag, sum vit nú síggja fram í móti at deila eitt langt og fruktagott samstarv [...] royndi at fáa fatur á kroatiska miðvallarleikaranum, men tað eydnaðist ikki tá. Alt summar hevur spanska høvuðsstaðarfelagið ligið framvið eftir 26 ára gamla Modric, og nú boðar Tottenham so frá, at felagið [...] felagið hevur góðtikið ein boð frá Real Madrid sum verður mett at liggja um 30 milliónir pund. Samstundis boðar Tottenham frá, at felagið er farið i eitt samstarv við Real Madrid sum umfatar spælarar, venjing
skjótasta tíðin, at nakar kappróðrarbátur nakrantíð hevur róð henda teinin. Fleiri royndir hava verið gjørdar at taka metið hjá skálamonnum. Fyri ellivu árum síðani var tað um reppið, at tað eydnaðist hjá [...] árum síðani varð sagt, at ættin og vindferðin ikki spældu við í royndini at seta met. Um tað skal eydnast, so skal hann vera lágur í ættini, og tað skal vera so mikið slætt, at tað á ongan hátt órógvar [...] órógvar rógvararnar. Róðrarteinurin á Ólavsøku er stívliga 900 metrar. Tað ber tískil ikki til at sammeta tíðirnar á Ólavsøku við tíðirnar á øðrum stevnum og søkum.
nakrar vikur at hugsa meg um í, men eg kom skjótt eftir, at tað var rættiliga upplagt at biðja meg, eftir sum OL er á ólavsøku, sigur Katrin Olsen. Katrin Olsen vil ikki avdúka heilt, hvat hon fer at leggja [...] somikið. - Pál verður nevndur, sigur hon. - Eftir ólavsøkurøðuna verður borið skjótt at við at skifta, og so í bátin at rógva. Eg havi verið við í Masters í ár, men tað verður skift út við vanliga róðurin
tíðini fara eisini aðrar tænastur at verða knýttar at skipanini. Hóast THS hevur ábyrgd av KT-skipanini, sum stovnar innan føroyska heilsuverkið nýta, so ynskja tey at samstarva øll lesandi: - Vit vilja [...] Talgilda Heilsuskipanin ynskir at koma í prát og samstarva við føroysk lesandi í Århus. THS, sum er ein deild í føroyska heilsuverkinum, hevur ætlanir um at samstarva við tey lesandi um smærri verkætlanir [...] Talgilda Heilsuskipanin at hava eina framløgu í Áarstovu, sum eru hølini hjá føroyingum í Århus, har kunnað verður um møguleikar fyri samstarvi: - Hjá teimum, ið eru áhugað í at arbeiða við ítøkiligum evnum
verður aftrat í tíðindaskrivi, at tey seinastu 50 árini varð húsið brúkt til goymslu og arbeiðsrúm, men við tíðini er húsið fallið í órøkt. Men í ár 2000 byrjaði Jógvan Nordendal at umvæla húsini, og tá komið [...] klárt at byrja virksemið í Pakkhúsinum og taka ímóti teimum fyrstu gestunum. Í dag verður húsið brúkt til veitslur, skeiðvirksemi og samkomuhús í bygdini. Tað er altso í morgin frá klokkan 13-15, at høvið [...] Í samband við, at Pakkhúsið í Bø verður 150 ár, verður almenn móttøka í húsinum leygardagin hin 10. desember frá klokkan 13-15. - Pakkhúsið varð bygt av einum Loftamanni úr Sandavági, Zachariasi Heinesen