Jacob Vestergaard segði á Rás2 fyri løtu síðani, at tað neyvan verður talan um nakra uppboðssølu av makreli í ár.
Ásetingin av eginkvotuni av makreli skal avgreiðast skjótast gjørligt, tí vit eru longu komnir hálvan annan mánað inn í nýggja árið, og Jacob Vestergaard væntar, at ein avgerð verður tikin longu í næstu viku.
- Tað er ikki nøkur endalig støða tikin til, hvussu stór eginkvotan av makreli verður í ár, men hon verður í hvussu er ikki minni enn í fjør, segði Jacob Vestergaard á Rás2.
Enn er so stutt liðið frá, bæði at hann tók yvir sum fiskimálaráðharri, og síðani tað er staðfest, at samráðingarnar endaðu úrslitaleysar.
- Tað er eingin ivi um, at tað eri eg, sum havi ábyrgdina av fiskivinnuøkinum. Harvið ikki sagt, at býtið av makrelinum ikki skal gerast í sátt og semju, men fiskivinnan er mitt málsøki, staðfesti Jacob Vestergaard.
Sum sagt verður miðað ímóti at avgreiða sum mest av makrelinum í komandi viku, og tí er ikki enn heldur greitt, um somu skipabólkar sum í fjør fáa part av makrelinum í ár.