Góð tøl frá amerikanska arbeiðsmarknaðinum

Í seinastuni hava fleiri tøl víst, at tað gongur tann rætta vegin við búskapinum í USA, og í dag kom aftur eitt tal, sum bendir á sama borðið. Nú verður sagt, at í januar mánað komu 243.000 nýggj arbeiðspláss. Samstundis er arbeiðsloysið minkað úr 8,5 í 8,3 prosent.

Hetta eru tey bestu tølini frá amerikanska arbeiðsmarknaðinum í hálvtannað ár, og tey eru nógv betri, enn búskaparfrøðingar høvdu væntað.

Jacob Graven, sum er búskaparfrøðingur hjá Sydbank, sigur við danska kringvarpið, at tað er serliga hugaligt, at hesi tølini koma oman á fleiri onnur jalig tøl, sum eru komin úr USA ta seinastu tíðina. Gongdin hevur eisini týdning fyri Evropa, vísir hann á.

-Amerikanska framgongdin hevur týdning fyri allan heimin og ikki minst tann skuldartyngda partin av Evropa. Hetta fer at gera tað munandi lættari hjá Evropa at stríða seg ígjøgnum kreppuna, sigur Jacob Graven við DR.

Hann vísir tó á, at hóast tað gongur tann rætta vegin í USA, er tað framvegis langt á mál, tí arbeiðsloysið er framvegis stórt og ein trupulleiki.