Klokkan 14 í dag verður ársins ólavsøka sett á Vaglinum í Havn.
Skrúðgona við hornblásarum, ítróttarfólki og býráðslimum fer úr Kommunuskúlagarðinum og oman á Vaglið, har Katrin Olsen heldur røðu.
Katrin Olsen er fyrsta føroyska ítróttarfólkið, sum tók lut í Olympisku leikunum, og í hesum døgum verður er OL í London, har Pál Joensen er við.
- Tað kom rættiliga óvæntað á, tá eg varð spurd, um eg vildi halda ólavsøkurøðuna í ár. Eg mátti biðja um nakrar vikur at hugsa meg um í, men eg kom skjótt eftir, at tað var rættiliga upplagt at biðja meg, eftir sum OL er á ólavsøku, sigur Katrin Olsen.
Katrin Olsen vil ikki avdúka heilt, hvat hon fer at leggja dent í ólavsøkurøðuni, men avdúkar tó somikið.
- Pál verður nevndur, sigur hon.
- Eftir ólavsøkurøðuna verður borið skjótt at við at skifta, og so í bátin at rógva. Eg havi verið við í Masters í ár, men tað verður skift út við vanliga róðurin, har eg skal rógva við Herningi, sigur Katrin Olsen.