Í samband við, at Pakkhúsið í Bø verður 150 ár, verður almenn móttøka í húsinum leygardagin hin 10. desember frá klokkan 13-15.
- Pakkhúsið varð bygt av einum Loftamanni úr Sandavági, Zachariasi Heinesen, langabba William Heinesen. Hann byrjaði at byggja, tá tann kongaligi einahandilin varð avtikin í 1856, og Pakkhúsið stóð liðugt í 1861. Har var handil í miðhæddini og fiskaarbeiðið í kjallaranum. Lagrið var á loftinum. Seinni varð húsið deilt í tvey, og ta einu tíðina vóru tveir handlar í sama húsi.
Lagt verður aftrat í tíðindaskrivi, at tey seinastu 50 árini varð húsið brúkt til goymslu og arbeiðsrúm, men við tíðini er húsið fallið í órøkt.
Men í ár 2000 byrjaði Jógvan Nordendal at umvæla húsini, og tá komið var fram til 2005, var klárt at byrja virksemið í Pakkhúsinum og taka ímóti teimum fyrstu gestunum.
Í dag verður húsið brúkt til veitslur, skeiðvirksemi og samkomuhús í bygdini.
Tað er altso í morgin frá klokkan 13-15, at høvið verður at síggja Pakkhúsið í Bø, sum verður 150 ár í ár.