Føroya Tele á vinnuferð í Skotlandi

Føroya Tele hevur verið á vinnuferð í Skotlandi, sum sendistovan í London skipaði fyri. Endamálið við ferðini var at røkja handilslig sambond, sum felagið hevur í norðara parti av Skotlandi, og vitjað varð í Hetlandi, Edinburgh og Inverness.

Tað upplýsir Føroya Tele.

Felagið eigur og rekur Shefa-kaðalin, sum gongur úr Føroyum til Skotlands, og hesin kaðal verður eisini brúktur av oljufeløgum, sum leita eftir olju vestanfyri Hetland.

Seinnu árini er tað fleiri ferðir hent, at skaði er komin á henda kaðal, tí skip hava trolað í sjóøkinum millum Hetland og Skotland. Á ferðini tók sendimaðurin í London málið upp við skotskar myndugleikar og handaði vegna Føroya Tele eitt skriv, har greitt var frá málinum.

Stjórin í Føroya Tele er væl nøgdur við ferðina:

- Ferðin gav okkum møguleika at røkja okkara handilsligu sambond, og eisini fegnast vit um, at sendistovan í London roynir at hjálpa okkum at loysa trupulleikan, at fiskiskip í fleiri førum hava slitið Shefa-kaðalin í skotskum sjóøki “, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.