Modric endiliga til Real

Tað hevur nú staðið upp á í mánaðir, men endiliga er ein handil gjørdur millum Tottenham og Real Madrid um Luka Modric.

 

Tað skrivar eitt nú BBC Sports.

 

Ein líknandi framhaldssøga gekk alt fjør summar, tá Chelsea royndi at fáa fatur á kroatiska miðvallarleikaranum, men tað eydnaðist ikki tá. Alt summar hevur spanska høvuðsstaðarfelagið ligið framvið eftir 26 ára gamla Modric, og nú boðar Tottenham so frá, at felagið hevur góðtikið ein boð frá Real Madrid sum verður mett at liggja um 30 milliónir pund.

 

Samstundis boðar Tottenham frá, at felagið er farið i eitt samstarv við Real Madrid sum umfatar spælarar, venjing og handilslig viðurskifti.

 

- Luka hevur verið ein óførur spælari fyri okkum, og hóasst vit vildu ynskt, at hann varð verandi, eru vit fegin um, at tað er til Real Madrid hann fer. Tað er eitt felag, sum vit nú síggja fram í móti at deila eitt langt og fruktagott samstarv, sigur formaðurin í Tottenham, Daniel Levy við BBC Sports.

 

Modric kom til Tottenham í 2008 fyri 16,5 milliónir pund frá kroatiska felagnum, Dinamo Zagreb.