Við orðunum "Í kvøld biði eg tykkum koma við mær ímóti einari betri framtíð" byrjaði Mitt Romney sína týdningarmestu røðu, tá hann var á røðarapallinum á republikanska landsfundinum í nátt. Tann stóra áhoyrarafjøldin fagnaði honum óført, og tey vóru eftir øllum at døma væl nøgd við tað, sum hann hevði at bera fram.
Sum vera man brúkti Romney ein part av røðuni til at harta mótvalevnið, Barack Obama, forseta, og hann royndi serliga at venda sær til teir amerikanararnar, sum valdu Obama fyri fýra árum síðani, men sum ikki hava fingið tað, sum tey væntaðu tá. Romney bað hesi leggja misnøgdina afturum og styðja hann í stríðnum fyri at skapa eitt betri USA.
-Tað, sum okkara landi ørvar, er hvørki torskilt ella umfatandi. Vit hava ikki brúk fyri einari serligari stjórnarnevnd, sum kann siga okkum, hvørjum vit hava brúk fyri. USA tørvar arbeiðspláss. Nógv arbeiðspláss, segði Romney.
Røðan í nátt var tann fyrsti veruligi møguleikin hjá Mitt Romney at tosa beinleiðis til veljararnar. Tann seinasta meiningakanningin vísir, at tað er púra javnt ímillum hann og Obama, 43 prosent í part.