THS vil samstarva vil lesandi

Talgilda Heilsuskipanin ynskir at koma í prát og samstarva við føroysk lesandi í Århus.

THS, sum er ein deild í føroyska heilsuverkinum, hevur ætlanir um at samstarva við tey lesandi um smærri verkætlanir, bachelor-uppgávur og eisini høvuðsuppgávur hjá teimum, ið eru á hægri lærustovni. THS-deildin hevur ábyrgd av eini KT-skipan, sum sjúkrahús,kommunulæknar og apoteksverkið nýta, og við tíðini fara eisini aðrar tænastur at verða knýttar at skipanini. Hóast THS hevur ábyrgd av KT-skipanini, sum stovnar innan føroyska heilsuverkið nýta, so ynskja tey at samstarva øll lesandi:

- Vit vilja fegin koma í samband við lærarar, sjúkrarøktafrøðingar, lesandi innan jura, KT, búskaparfrøði, sálarfrøði og so framvegis, siga tey á THS-deildini.

Mánakvøldið 16. januar 2012 klokka 19.00 fer Talgilda Heilsuskipanin at hava eina framløgu í Áarstovu, sum eru hølini hjá føroyingum í Århus, har kunnað verður um møguleikar fyri samstarvi:

- Hjá teimum, ið eru áhugað í at arbeiða við ítøkiligum evnum til sínar verkætlanir og samstundis knýta bond til føroyska samfelagið, er hetta ein góður møguleiki, verður sagt frá THS-deildini.