BRIDGE Føroyska bridgelandsliðið er av álvara á veg inn á altjóða bridgepallin. Við Svend Novrup settum sum venjara varð fyri bara einum lítlum ári síðani avgjørt á fyrsta sinni at senda lið til EM í bridge [...] nýggjum bridgemyndum. Bridgeborð verða sett upp á torginum, so møguleiki verður at fáa sær nøkur spøl har. Tónleikur verður eisini at hoyra á pallinum av og á. [...] og 9. mai. Manningin á føroyska liðnum var Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Arnbjørn Sivertsen og Hans Jacob Petersen, liðsskipari var Svend Novrup. Liðið leikti 11 dystir á 10 spøl hesar báðar dagarnar
Hentze, hjálparvenjari, og Magni Mohr, kropsligur venjari, tóku sær av upphitingini. Síðani var farið til eitt spæl við fýra lítlum málum. Eftir hetta var tað taktist venjing á fullum vølli og tað bleiv [...] venjing undan dystinum. Venjaratoymið valdi at skifta frá heimavøllinum hjá Slavia Brno til at venja á heimavøllinum hjá Tartan Kohoutovice stutt frá miðbýnum í Brno. Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð [...] gjár var vánaligur. Í dag var undirlagið væl betri og tað tóktist eisini merkja venjingina, sum var á høgum stigi. Tað sæst tó eisini, at tað eru fleiri ungir og nýggir mans við. Tað vóri fleiri mistøk
tað stóra til umskipanina í Maersk Air, heldur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Av tí, at umskipanin hjá Maerska Air ikki umfatar Føroyarutuna, hevur Magni Arge ikki tær stóru viðmerkingarnar til tað, [...] hevur kunngjørt, aðrar enn, at hann ynskir teimum góða eydnu. Tað er greitt, ásannar Magni Arge, at Maersk Air satsar upp á at fáa ferðafólk at flúgva suðureftir. Tað ger tað sjálvandi eisini lættari hjá [...] føroyingar millum Føroyar og Danmark. ?Eg verði ikki kløkkur av hesum, sigur Magni Arge. Men hvør veit? Kanska skulu vit hyggja upp á eitt samstarv við Maersk Air, sum kann ganga út uppá, at vit flúgva fók
Eitt hátrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan og liggur í dag norðan fyri Føroyar. Síðani verður hátrýstið liggjandi í stað alla vikuna og gevur eitt rák av lýggjari og støðugari luft [...] Føroyum. Veðrið í dag Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Turt og fyrst skýggjað, men út á dagin fer sólin at skína, áðrenn tað dregur samanum í nátt. Hitin um dagin millum 8 og 12 stig, í nátt
Oljuleiting Hóast tvær tær fyrstu boringarnar á landgrunninum vórðu miseydnaðar, og tað nú verður bíðað eftir úrslitinum av triðju boringini, so eru vónirnar til føroyska økið kortini stórar. Eitt nú millum [...] heldur, at tað eisini liggja stórir møguleikar uttanfyri Gullhornið og hetta er so seismiska kanningin eystan fyri Føroyar í løtuni eitt gott prógv um. InSeis skjýtur í løtuni seismikk eystur úr Nólsoyarbanka [...] dylur Terje Hagevang ikki, at ætlanin er at brúka úrslitini av hesum kanningum til næstu útbjóðingina á føroyska landgrunninum, sum kanska longu verður í 2003.
havnarmeistari, sigur, at í løtuni verður økið eystan fyri Oyrahavnina asfalterað, og tá bátafestivalurin verður í vikuskiftinum, verður alt klárt. - Vit hava el og vatn á øllum havnalagnum, og vit hava nóg mikið [...] sigur, at sama er við teimum, sum kundu hugsað sær at komið við kampingvogni. - Kampingøkið liggur á púrasta sløttum millum bygningin hjá Snodd/ Eysturoy og Plattavirki. Theodor sigur, at bátatalið í fjør
árini tikið stór tøk á eldraøkinum. Samstundis, sum útbyggingar verða framdar á Røktar-og Ellisheiminum í Runavík, hava trý eldrasambýlir staðið í gerð seinastu tíðina. Í Leirvík og á Toftum er komið undir [...] Her er eisini høgligt hjá fólki at detta inn á gólvið at vitja tey, sum búgva á sambýlinum, segði borgarstjórin. Góðir karmar Byggingin av eldrasambýlinum á Toftum byrjaði fyrst í 2003. - Arbeiðið hevur [...] og projekterað sambýlið á Toftum, og teir hava eisini havt eftirlitið við arbeiðinum. Byggivirkið, KBH á Toftum, hevur havt høvuðsentreprisuna, Rók-El í Saltnesi el-arbeiðið, Magni Jacobsen í Klaksvík hevur
sangdygdir, og á Hálsi hetta kvøldið sleppa vit at hoyra klaksvíkingin live við Lívinum og øllum hinum fólkakæru løgunum hjá sær. Magni Christiansen er eftirhondini vorðin forkunnigur gestur á dansistøðunum [...] Leygarkvøldið 30. januar verður góður dansur á Hálsi í Havn, tá ið Hallur Joensen, Magni Christiansen og aðrir góðir bygdarmenn fara at seta futt í høllina, soleiðis sum bara bygdarmenn duga. Við nýggjasta [...] aftur á pallin, og tey, sum smelta fyri Shakin Stevens, Alan Jackson og aðrar góðar, kunnu rættiliga gleða seg. Umframt Hall og Magna spæla eisini vælumtóktu Four Menh úr Fuglafirði til dansin. Á reportoirinum
»Sundaberg« hevur nóg mikið av kvotu. Skuldi staðið á at fiska kvotuna hjá »Sundaberg«, er »Sjúrðraberg« tøkur. Í løtuni fiskar »Sjúðraberg« rækjur á Flemmish Kap og hevði gott 300 tons í lastini. »Enniberg« [...] Ólavur í Beiti Fiskiskapurin eystan fyri hevur verið rættiliga góður seinastu tíðina. Í nakrar dagar yvir 2 mánaðir hevur »Sundaberg« fiskað nakað yvir 600 tons, so talan hevur verið um rokfiskiskap hjá
Føroyum náttina til fríggjadag. Um vikuskiftið flytir eitt lágtrýst seg norðan fyri Ísland í ein eystan, og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer framvið Føroyum seint leygardagin. Síðani kemur eitt hátrýst yvir [...] Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og út á dagin regn í støðum. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið [...] sum veksur til eitt andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig. Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi