Góð úrslit í altjóða kappingum

Bridgelandsliðið hevur júst tikið lut í stórari kapping í Bonn, og hóast liðið endaði nummar 17 av 18, so lata tey væl at føroyska avrikinum

BRIDGE

Føroyska bridgelandsliðið er av álvara á veg inn á altjóða bridgepallin. Við Svend Novrup settum sum venjara varð fyri bara einum lítlum ári síðani avgjørt á fyrsta sinni at senda lið til EM í bridge. Ein stór avgerð, ið bæði ítróttarliga og fíggjarliga kundi tykjast heldur stórur biti. Men nú EM kappingin nærkast ? hon verður 15. til 29. juni í Salsomaggiore í Italia ? sær eitt sindur ljósari út.
Fíggjarliga gongur tað rætta vegin, eftir at bæði nevndin í FBS og leikararnir sjálvir hava lagt eitt avbera stórt arbeiði í at fáa stuðul til vega frá góðum fólki og fyritøkum.
Ítróttarliga gongur eisini framá. Vit fingu ikki stundir at gloyma sigurin á danska EM landsliðnum í Graasten í apríl, fyrr enn aftur frættist frá góðum úrslitum úr fyrrverandi týska høvuðsstaðnum Bonn. Føroyingar høvdu lið við í kappingini, ið eisini verður nevnd mini EM - ein afturvendandi kapping, har lond hittast at fyrireika seg til EM.

Kappingin í Bonn
Kappingin var spæld í lítla Bonn forstaðnum, Bad Godesburg, 8. og 9. mai. Manningin á føroyska liðnum var Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Arnbjørn Sivertsen og Hans Jacob Petersen, liðsskipari var Svend Novrup. Liðið leikti 11 dystir á 10 spøl hesar báðar dagarnar. Vit vunnu tríggjar dystir:

Føroyar ? Kekkia25-05
Føroyar ? Svøríki21-09
Føroyar ? Wales16-14

Úrslit, ið tala fyri seg, hóast dystirnir bara vóru á 10 spøl. Harafturat fingu vit heiðurlig smátap í fýra dystum:

Føroyar ? Rumenia12-18
Føroyar ? Ungarn13-17
Føroyar ? Týskland 213-17
Føroyar ? Luksemburg14-16

Fýra dystir taptu vit stórt, men um tað kann vera nakar uggi, so vóru í øllum dystunum góðir møguleikar at vinna. Manglandi rutina og dystarvenjing ímóti sterkari mótstøðu gjørdu her munin:

Føroyar ? Estland06-24
Føroyar ? Eysturríki08-22
Føroyar ? Luksemburg04-25
Føroyar ? Frakland03-25

Sum heild var hetta ein góð kapping fyri Føroyar, ið gevur orsøk til eitt ávíst bjartskygni undan EM kappingini. Men lat okkum endiliga ikki taka nakra gleði í forhond, tí EM er ein hørð kapping í nógvum hita yvir tvær samfullar vikur, og eingin kann vita frammanundan, hvussu føroysku leikararnir klára tílíkt.

Endaliga úrslitið í Bonn:
Finala:
1Eysturríki59 imp
2Ísrael28 imp
3Belgia193 kp
4Wales190
5Danmark179
6Svøríki175
7Italia169
8Bulgaria169
9Týskland 2165
10Estland165
11England161
12Rumenia159
13Týskland 1155
14Frakland151
15Ungarn145
16Kekkia144
17Føroyar135
18 Luksemburg121

Gott mótspæl ímóti Týsklandi
v/-
J42
10
AQ76432
86
AQ95103
AJ89653
JK1098
AQ952J73
K876
KQ742
5
K104


VNES
ArnbjørnHumburgHans JacobMattsson
1kl3rupasspass
Dpasspasspass

Meldini gingu á sama hátt í hinum rúminum. Norðan sperrar, Vestan vísir eina sterka hond við einari dupling, og Eystan letur standa sum straff.
Hans Jacob spældi sp 10 út til frúgv hjá Arnbjørn, sum tók sp A og spældi sp 5 til trumf hjá makkaranum. Kleyvari kom aftur til frúnna, og Arnbjørn tók kl A og hjA, áðrenn hann spældi enn ein spaðara til trumf hjá Hans Jacob, sum seinni eisini skuldi hava fyri ru K. 3ruD ?4 gav 800 til Føroyar. Við hitt borðið gekk mótspælið ikki eins væl, so Heðin og Jóannes sluppu við at fara tríggjar niður og góvu bara 500 út.

Bridgedeild Kaggans - Kagga Cup
Tann árliga Kagga Cup í bridge varð leikt í Kagganum leygardagin 11. mai. Við í kappingini vóru 16 innboðin pør. Tey flestu pørini hava leikt við í kappingini hjá Bridgedeild Kaggans í vetur. Sigast má, at tiltakið var framúr væleydnað, og allir luttakararnir vóru sera væl nøgdir.
Bogi Simonsen og Eyðun Joensen vunnu kappingina við 320 stigum.

Samlaða úrslitið (miðal 224):
1Bogi Simonsen ? Eyðun Joensen320
2Carl Mikkelsen ? Egil Helmsdal270
3Niels Nielsen ? Øssur Winthereig253
4Pól Joensen ? Eyðun Jensen242
5Rói á Rógvu Joensen ? Oddmar Danielsen225
6Jórun Johannesen ? Súsanna Dam225
7Hallberg Arnfríðsson ? Børge Egholm225
8Finn Ougaard ? Høgni Jacobsen223
9Laila Danielsen ? Danny Danielsen213
10Hans Egil Joensen ?Edmund Joensen213
11Marjun Restorff ? Arnleyg Mikkelsen212
12Eyðun Anthoniussen ? Robert Langgaard207
13Marner Joensen ? Jógvan Ranghamar202
14Jógvan Juel Rasmussen ? Jóna Grunnveit187
15Petur A. Johannesen ? Eilif Petersen185
16Salomon Johansen ? Zacharis Joensen182

Tiltak í SMS
Hesa vikuna týsdagin 21. til leygardagin 25. mai hava bridgelandsliðini tiltøk í SMS, har m.a. ein scootari verður burturlutaður. Harafturat verður ein framsýning við gomlum og nýggjum bridgemyndum. Bridgeborð verða sett upp á torginum, so møguleiki verður at fáa sær nøkur spøl har. Tónleikur verður eisini at hoyra á pallinum av og á.