Góður dansur á Hálsi, 30. januar

Leygarkvøldið 30. januar verður góður dansur á Hálsi í Havn, tá ið Hallur Joensen, Magni Christiansen og aðrir góðir bygdarmenn fara at seta futt í høllina, soleiðis sum bara bygdarmenn duga.

 

Við nýggjasta hittinum, »Lívið er ein lítil løta«, hevur Hallur Joensen enn einaferð hugtikið og víst sínar sangdygdir, og á Hálsi hetta kvøldið sleppa vit at hoyra klaksvíkingin live við Lívinum og øllum hinum fólkakæru løgunum hjá sær.

 

Magni Christiansen er eftirhondini vorðin forkunnigur gestur á dansistøðunum, men tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa dugnaliga kvívíkingin aftur á pallin, og tey, sum smelta fyri Shakin Stevens, Alan Jackson og aðrar góðar, kunnu rættiliga gleða seg.

 

Umframt Hall og Magna spæla eisini vælumtóktu Four Menh úr Fuglafirði til dansin. Á reportoirinum hava teir vælsvingandi country- og popptónleik, bæði føroyskan og útlendskan à la Billy Joel, Ray Charles og The Beatles, so tað verður okkurt til øll hetta góða dansikvøldið.

 

Tað er stuðulsfelagið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn, sum skipar fyri dansinum. Hetta er árligt tiltak, og sum altíð er høllin hugnalig, har fólk eisini kann svala á sær millum dansirnar.

 

Dansurin byrjar klokkan 22.