Góður hoyterri komandi dagarnar

Danska veðurstovan væntar turrveður komandi dagarnar og hitin um 10 stig.

Køld luft streymar yvir Føroyar úr norði. Hósdagin flytir eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi sg í ein landsynning, og eitt veikt brúgvalag fer framvið Føroyum náttina til fríggjadag. Um vikuskiftið flytir eitt lágtrýst seg norðan fyri Ísland í ein eystan, og eitt tilhoyrandi brúgvalag fer framvið Føroyum seint leygardagin. Síðani kemur eitt hátrýst yvir Føroyar úr útsynningi.

 

Hósdagin verður eitt lot til andøvsgul av norði og útnyrðingi, 3 til 8 metrar um sekundið, men um kvøldið snarar hann í ein útsynning. Turt og skýggjað og hitin um 10 stig. Nátt til fríggjadag verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, sum snarar í ein útnyrðing, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og um náttina regn í støðum. Hitin um 10 stig.

 

Fríggjadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað og hitin eini 9, 10 stig. Um náttina verður eitt andøvsgul upp í eins trúk av norði og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar til eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, og snarar í ein vestan. Turt, men skýggjað og hitin millum 6 og 10 stig.

 

Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og út á dagin regn í støðum. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum veksur til eitt andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Sunnudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Í støðum regn, men sum frá líður turt, tað klárar í og kanska sær sólin. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og klárt, men sum frá líður skýggjað. Hitin um 10 stig.

 

Mándagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið, og snarar í ein vestan og útnyrðing. Skýggjað, men turt og hitin um 10 stig.

 

Týsdagin verður eitt lot til andøvsgul av vestri og suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, turt og skýggjað og hitin um 10 stig.