Góða veðrið heldur fram

Tað hevur verið gott veður seinastu dagarnar og tað sær út til, at í dag verður einki undantak. Sama ger seg eisini galdandi í morgin.

 

Tað verður eitt lot av eystri í dag. Tað verður turt og sólin sær.

 

Hitin fer at liggja millum 10 og 14 stig. Seinni í kvøld minkar hann niður í 5 til 10 stig.

 

Í morgin verður eitt lot av landnyrðingi, 2-7 m/s, sum seinni hækkr upp í 5-10 m/s.

 

Sólin fer at síggja, men tað verða møguliga nøkur æl eisini.

 

Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig.