Tofta havn hevur góðar umstøður at rúma einum bátafestivali. Atløgumøguleikarnir í deksbátahavnini í Oyrunum eru frálíkir, og eisini eru møguleikar hjá bátum - um teir gerast so nógvir í tali - at liggja aðrastaðni í Tofta havn.
Theodor Poulsen, havnarmeistari, sigur, at í løtuni verður økið eystan fyri Oyrahavnina asfalterað, og tá bátafestivalurin verður í vikuskiftinum, verður alt klárt.
- Vit hava el og vatn á øllum havnalagnum, og vit hava nóg mikið av plássi til bátarnar. So, øll, ið kundu hugsað sær at komið við báti, eru hjartaliga vælkomin.
Hann sigur, at sama er við teimum, sum kundu hugsað sær at komið við kampingvogni.
- Kampingøkið liggur á púrasta sløttum millum bygningin hjá Snodd/ Eysturoy og Plattavirki.
Theodor sigur, at bátatalið í fjør lá millum 70 og 80, og hann vónar, at áhugin í ár - nú festivalurin verður komandi vikuskiftið - verður minst líka so stórur.
- Jú, her eru bestu møguleikar og bestu karmar fyri einum slíkum tiltaki, og nógv verður gjørt burtur úr fyri, at øll, sum leita higar - í báti, kampingvogni ella í bili - kunnu fáa tað besta burtur úr, sigur havnarmeistarin.
Theodur Poulsen sigur, at Tofta havn annars hevur móttøku av spillolju og ruski, og her fáast eisini flestu veitingar, ið skip og bátar hava brúk fyri.
Meira er at lesa um bátafestivalin og ymiskar veitarar í Nes kommunu í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin í morgin.