Góða eydnu

Stjórin í Atlantsflogi ynskir kappingarneytanum, Maersk Air, góða eydnu við nýggja tiltakinum at umskipa felagið

Atlantsflog fer neyvan at merkja tað stóra til umskipanina í Maersk Air, heldur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.
Av tí, at umskipanin hjá Maerska Air ikki umfatar Føroyarutuna, hevur Magni Arge ikki tær stóru viðmerkingarnar til tað, sum Maersk Air nú hevur kunngjørt, aðrar enn, at hann ynskir teimum góða eydnu.
Tað er greitt, ásannar Magni Arge, at Maersk Air satsar upp á at fáa ferðafólk at flúgva suðureftir. Tað ger tað sjálvandi eisini lættari hjá føroyingum at ferðast suður til Meðalhavið. Og soleiðis kann tað koma at ávirka Føroyarutuna, um fólk velja at flúgva allan vegin við Maersk Air, ásannar hann.
Men hinvegin vísir hann á, at tann nógva ferðingin til summarfrítíðarstøðini vanliga er við charterfeløgum, og tey nýta onnur flogfør. So Atlantsflog væntar eisini í framtíðini at sleppa at flyta føroyingar millum Føroyar og Danmark.
?Eg verði ikki kløkkur av hesum, sigur Magni Arge. Men hvør veit? Kanska skulu vit hyggja upp á eitt samstarv við Maersk Air, sum kann ganga út uppá, at vit flúgva fók til Danmarkar, og Maersk Air flytir tey víðari, sigur hann.