Góðar oljuvónir eystan fyri Føroyar

Norskt felag skjýtur í løtuni seismikk eystan fyri Føroyar, langt frá teimum leiðum, har tað verður borað í løtuni. Jarðfrøðingar halda hetta økið vera sera áhugavert

 

Oljuleiting



Hóast tvær tær fyrstu boringarnar á landgrunninum vórðu miseydnaðar, og tað nú verður bíðað eftir úrslitinum av triðju boringini, so eru vónirnar til føroyska økið kortini stórar. Eitt nú millum norskar jarðfrøðingar og oljufólk. Tað borga ikki minst seismisku kanningarnar, sum norska felagið InSeis er farið undir fyri egna rokning. Ein av stigtakarunum til hetta felagið er Sagex, hvør stjóri er Terje Hagevang, sum í fleiri ár var jarðfrøðiligi oddamaðurin hjá Saga í Føroyum.


Terje Hagevang ivast ikki í, at olja verður funnin í Gullhorninum og fylgir hann við spenningini boringini hjá Amerada Hess samtakinum. Men hann heldur, at tað eisini liggja stórir møguleikar uttanfyri Gullhornið og hetta er so seismiska kanningin eystan fyri Føroyar í løtuni eitt gott prógv um. InSeis skjýtur í løtuni seismikk eystur úr Nólsoyarbanka ella væl norðan fyri verandi økið, har tað verður borað í løtuni. Hetta eru so eisini øki, sum fleiri av oljufeløgunum hava víst stóran áhuga. Nú verða so gjørdar seismiskar kanningar, og dylur Terje Hagevang ikki, at ætlanin er at brúka úrslitini av hesum kanningum til næstu útbjóðingina á føroyska landgrunninum, sum kanska longu verður í 2003.