m gjørdi, at tað bara kom tað eina málið í dystinum. – Nú hyggja vit fram ímóti næstu uppgávu, sum verður móti vertslandinum, ið er mett at vera sterkasta lið í kappingini. So tað verður væntandi ein øðrvísi [...] trimum dystum í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, sum vann 1-0. – Eg eri sjálvandi ongantíð nøgdur við at tapa. Men avrikið í dystinum móti [...] fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er á skránni í Bosnia-Hersigovina. Mótstøðuliðið var Slovenia, og úrslitið gjørdist 1-0 til slovenar, sum fingu einasamalla málið í 32. minutti
varð gjørdur í 2005 við tí endamáli, at tað skal vera banna at gera mismun á vørum vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna í sambandi við tær vørur, sáttmálin fevnir um. Men tað mugu vera mørk [...] seg meira um, áðrenn tey ásettu reglur o.a. í stríð við Hoyvíkssáttmálan. - Eisini meti eg Ísland sum brøðratjóð. Men tað kemur altíð eitt tíðspunkt, har vit sum føroysk tjóð mugu spyrja okkum sjálvi, hvussu [...] eru nógv dømi um, hvussu torført tað er at selja føroyskar vørur á íslendska marknaðinum. Síðsta dømi um er Næraberg, sum íslendingar upprunaliga ikki vildu lata sleppa í íslendska havn við maskinbreki
virkað sum stjórnarlimur í Ítróttasambandi Føroya og sitið sum varaformaður tey seinastu 20 árini. Tað er eisini gleðiligt at hoyra, at Sverre í dag íðkar dansin sum sín fremsta ítrótt, so tað verður kanska [...] fótbólt, men tað er innanfyri borðtennis sum hann hevur gjørt eitt avreksverk við at halda lív í Tvøroyrar Borðtennisfelag nú í 50 ár; har hevur hann verið suverenur ? bæði við borðtennisborðið og í leiðsluni [...] var, at hann fekk hana í vøggugávu. Men at P. M. Dam var hansara idol, tað var einki at ivast í. Tí tók Sverre eisini yvir, tá hin stóri róðursmaðurin legði frá sær. Fyrst var tað í bygdarpolitikki, men
nýggj høll í Vágum kann væntandi eisini skapa eitt nýtt rossaumhvørvi í Vágum. - Hetta kann eisini gera tað, at rossini í Vágum verða miðsavnað, heldur enn at standa spjadd runt í bygdunum í gomlum neytafjósum [...] uttandura, og tað er ikki nøktandi í mun til tørvin. Soleiðis siga Vága Ríðingarfelag frá: - Nakað, sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir, er eini høll, soleiðis at tað eisini ber til at ríða, tá tað er myrkt [...] øðrum um veturin. Eftir ætlan skal tað eisini veða gjørligt hjá limum í felagnum at byggja sær fjós fast í høllina. Hetta er eftir íblástri frá ríðiøkinum í Havnardali. Í Havnardali er eitt stórt ríðiøki
starvinum hjá statinum í Føroyum. Kvinna kemur í kvinnu stað, tí tað verður Birgit Kleis, sum kemur at loysa Vibeke Larsen av sum ríkisumboð. Í hesum døgum er Birgir Kleis á vitjan í Føroyum. Hon er komin [...] og tað samfelagið, sum hon skal arbeiða í framyvir. Birgit Kleis hevur áður starvast hjá Ríkisumboðnum í Føroyum, og tí er hon ikki heilt ókend við føroyska samfelagið og tað starv, sum hann skal í. Birgit [...] Birgit Kleis hevur seinastu tíðina verið deildarleiðiar í danska løgmálaráðnum.
følir seg sum idiot. Tað ger hann, tí hann følir seg so illa viðfarnan av myndugleikunum at hann rætt og slætt onki skilir av nøkrum. Tað, sum hann er allarmest illur um, er tað, sum hann uppfatar sum reina [...] til tað er einfalt. - Eg havi havt børn í skúlanum og tað hevði oyðilagt nógv av teirra lívi at tikið teir úr skúlanum. Skúlaskipanin í Póllandi er heilt øðrvísi enn í Føroyum og skuldu teir fari í ein [...] vænti tað ikki. Men ein skal aldrin siga aldrin, leggur hann afturat. Robert Cieslewicz kom til Føroya í 1999, tá ið hann fór at sparka við ÍF. Men árið eftir vóru boð eftir honum úr Vági og tað hepnaðist
grindadrápi í Føroyum. Les meiri um tað her: Klaksvíkingar fara at umrøða nýggja útspælið hjá Paul Watson Sum vit eisini skrivaðu í greinini í morgun, eru tveir Rotary klubbar í Føroyum, ein í klaksvík og [...] og ein í Havn. Teir eru báðir við í altjóða Rotary felagsskapinum, Rotary International, og í greinini í morgun, staðfesti Rotary-forsetin í Klaksvík, at tey fara at umrøða málið. Rotary-forsetin í Havn [...] Hetta skal ikki standa ósvarað. Tað staðfestir Regin W. Dalsgaard, forseti í Rotary-klubbanum í Havn. Sum vit skrivaðu í morgun, fegnast illa gitni Paul Watson, at hann hevurt gjørt avtalu við Rotary um
Hyundai bilverksmiðjuni í Kekkia verður søkt eftir fleiri hundrað fólkum fyri at nøkta stóra eftirspurninginum eftir bilum. Tað eru ikki nógvir bilaframleiðarar, sum í hesum døgum søkja eftir arbeiðsfólki [...] ki. Men á Hyundai verksmiðjuni í Kekkia verður søkt eftir fleiri hundrað fólkum, nú skift verður frá vanligari arbeiðstíð til tveyskiftisvakt á deildini, sum framleiðir Hyundai i30 vegna stóra eftirsp [...] eftirspurninginin eftir bilinum. Í Evropa hevur koreanska Hyundai/Kia konsernin, umframt í Kekkia, bygt nýggjar bilverksmiðjur í Turkalandi og Slovakia, sum framleiða Hyundai og Kia bilar. TRÝST HER fyri at lesa
endamálið. Tað vóru í ár 16.000 luttakarar tilmeldaðir, og er tað luttøkumet. Í 2006 vóru tað ?bara? 12.500 luttakara. Hetta er, um ikki tann størsta, so ein av teimum størstu fjallasúkklukappingunum í heiminum [...] heiminum, og er tað eisini við at verða ein sera vælumtøkt kapping, ikki bara í Norra. Nógv virkir, einamest í Norra, stilla upp sum bólkar, og brúka tað sum eitt mál til at betra um heilsuna hjá starvsfólkunum [...] fjallagøtum og vegum, og er tað tí einamest fjallasúkklur súkklað verður á. Og tó, tað eru eisini fólk, ið royna at gjørnumføra á ein-hjólaðum súkklum og gomlum súkklum, sum ikki akkurát eru gjørdar til
ávirkan tað hevur, at ungt blóð verður latið í ein eldri kropp. Í hesum sum í so mongum øðrum royndum hava granskararnir brúkt mýs. Í fjør eydnaðist tað einum granskaraliði at staðfesta, at tað unga blóðið [...] Alzheimers-sjúkuna er ikki í blóðkørunum, men blóðkør í heilanum fáa skaða av sjúkuni og øðrum sjúkum, sum raka heilan sum eitt nú diabetis 2. Vitkar hendan viðgerðin, og tað ber til at greina ávirkanina [...] um tað, sum teir amerikonsku granskararnir eru komnir til. Hann sigur við norska kringvarpið, at talan kann vera um eitt gjøgnumbrot, um blóð frá ungum kann gera nýggj blóðkør í heilanum hjá gomlum.