Nú sigur Robert takk og farvæl

Hann følir seg sum idiot, men nú orkar hann ikki meir og tí rýmir hann nú úr Føroyum við allari familjuni

- Vit orka ikki meiri. So nú rýma vit.

Tað eru nú níggju ár síðani, at kendi fótbóltsspælarin, Robert Cieslewicz, kom úr heimlandinum Póllandi til Føroyar við øllum húski sínum.

Men fríggjadagin stungu tey í sekkin og rýmdu av aftur landinum.

Og um tey nakrantíð koma aftur, er ein opin spurningur.

- Eg vænti tað ikki. Men ein skal aldrin siga aldrin, leggur hann afturat.

Robert Cieslewicz kom til Føroya í 1999, tá ið hann fór at sparka við ÍF.

Men árið eftir vóru boð eftir honum úr Vági og tað hepnaðist væl, tí hann var ein av berandi kreftunum á VB liðnum, sum longu sama árið vann sítt fyrsta FM heitið í søguni.

Síðani hevur Robert eisini eitt stutt skifti verið venjari í Sumba, men nú eru nøkur ár síðani, at hann setti gaggurnar.

Alla tíðina ímeðan hann hevur verið her, hevur hann eisini arbeitt afturat tí, at hann hevur sparkað og hesi síðsti árini hevur hann arbeitt burturav.


Seigpína fólk av landinum

Nú hann rýmir, viðgongur hann gleðiliga, at hann følir seg sum idiot.

Tað ger hann, tí hann følir seg so illa viðfarnan av myndugleikunum at hann rætt og slætt onki skilir av nøkrum.

Tað, sum hann er allarmest illur um, er tað, sum hann uppfatar sum reina og skæra líkasælu frá myndugleikunum mótvegis teimum menniskjum, tey hava við at gera.

- Tað eru nú meiri enn trý ár síðani, at eg søkti um arbeiðsloyvi í Føroyum, men eg havi enn ikki fingið svar.

Hann sigur, at alla hesa tíðina hevur hann ringt frá Heródusi til Pilatus fyri at vita, hvussu málið hjá honum liggur, men hann fær ikki svar.

- Sum oftast er ongin at hitta, tí antin eru tey burtustødd ella eru tey á fundi og tað kemur næstan ikki fyri, at nakar hirðir at ringja aftur, sjálvt um tey hava lovað at ringja.

Fái eg fatur í onkrum, er tað einasta, eg fái at vita, at eg skal bíða og bíða og bíða. Men nú havi eg bíðað í trý ár, so nú er nokk bíðað.

- Eg fái heldur ikki so mikið sum eitt lítið bræv við nøkrum fáum reglum um, at tey framvegis vita, at eg eri á lívi og at gongd er í málinum. Fyri tey er tað sum um at eg ikki eri til, leggur hann afturat.

Hann heldur, at hetta er tekin um eina líkasælu og eina menniskja-vanvirðing, sum hann ikki hevði væntað sær av myndugleikunum í einum framkomnum samfelagi.

- Eg veit ikki, hvat eg skal halda. Viðhvørt ivist eg í, um myndugleikarnir bara eru úti eftir at seigpína fólk av landinum.

Hann sigur, at tað var nógv betri, at hann fekk eitt noktandi svar, tí tað var í øllum førum ein greið støða og so visti hann, hvat hann hevði at halda seg til.

- Noktaðu tey mær arbeiðs- og uppihaldsloyvi, var støðan greið og so fóru vit bara heimaftur. Men hendan seigpíningin við ongum svari í fleiri ár, hoyrir ongastaðni heima.

Hann sigur, at tekur tað langa tíð at avgreiða slíkar umsóknir, kundi ein loysn verið at latið eitt fyribils loyvi, til umsóknin var avgreitt.

- Er vilji til tað, eru nógvir møguleikar so at fólk ikki skulu sita í áravís og føla at tað er sum um at tey als ikki vóru til.

- Eg skilji væl, at myndugleikarnir eru varnir tað fyrstu tíðina og vilja síggja fremmand fólk ann í fyrstuni. Men eg havi nú verið her í níggju ár og myndugleikarnir vita, at eg hvørki stjali ella eri lógbrótari av nøkrum sum helst slag. Tí átti tað at borið til at avgreitt umsóknirnar skjótari.

Men hann staðfestir eisini, at tað er síðani hendan samgongan tók við, at tað er henda heilt galið.

- Øll tey fyrstu árini tók tað tveir, tríggjar mánaðir at fáa arbeiðs-og uppihaldsloyvi. Men tá ið hendan samgongan tók við, kom fullkomiliga stígur í, tí síðani hevur onki borið til og vit fáa ikki so frægt sum eitt svar longur.


Stuldur

Samstundis sum tey hava sveimað í ongamannalandi í alla hesa tíðina, sigur hann, at tey ongi rættindi hava havt.

- Vit hava verið noydd at rinda til ALS, men tá ið vit hava havt brúk fyri tí, hava vit onki kunnað fingið úr ALS, av tí at umsóknin um arbeiðsloyvið ikki er avgreidd og viðurskiftini sostatt eru ógreið.

- ALS er ikki frægari trygging enn so og eg havi hug at kalla tað stuldur, leggur hann afturat.


Púra sjúkt

Hann sigur, at hann hevur eisini søkt um varandi uppihaldsloyvi.

Men í tí sambandinum fekk hann at vita, at fekk hann varandi uppihaldsloyvi, skuldi hann eisini verða verandi í Føroyum.

- Eg fekk at vita, at fái eg varandi uppihaldsloyvi, skal eg vera minst 75% av tíðini í Føroyum, annars kann eg missa loyvið.

Hann heldur, at hetta ljóðar púra sjúkt.

- Fært tú varandi uppihaldsloyvi, átti tað at verið varandi. Tí skilji eg ikki, at eg ikki kann fara til Póllands í eitt hálvt ár og koma aftur. Hetta er heilt hol í høvdið, tí hetta er at skerja persónliga frælsið og tað er óskiljandi, sigur Robert Cieslewicz.

Hann sigur, at tað var akkurát hetta, sum fekk bikarið at flóta yvir.

- Hetta tímdi eg ikki meir, so eg fór beint heim at pakka og at rigga av í Vági

Um hann nakrantíð kemur aftur til Føroya, er ein heilt opin spurningur

- Ein skal aldrin siga aldrin og tað er ikki lætt at siga, hvat framtíðin kann føra við sær.

Men samstundis staðfestir hann at skulu tey yvirhøvur hugsa um at koma aftur, skulu nógv viðurskifti fáast í rættlag fyrst.

Í fyrstu atløgu er tað ein fortreyt fyri at koma aftur, at umsóknin um varandi uppihaldsloyvi verður gingin á møti.


Hevði oyðilagt synirnar

Hann sigur, at onkur kundi spurt, hví tey ikki langt síðani eru farin, tá ið alt er so torført

Men hann sigur eisini, at svarið til tað er einfalt.

- Eg havi havt børn í skúlanum og tað hevði oyðilagt nógv av teirra lívi at tikið teir úr skúlanum. Skúlaskipanin í Póllandi er heilt øðrvísi enn í Føroyum og skuldu teir fari í ein polskan skúla, hevði tað sett tey fleiri ár aftur í tíðina, tí so høvdu teir verið noyddur at gingið fleiri ár umaftur.

- Og tað kundi eg ikki bjóða teimum og tað kundi ongin krevja av mær, at eg skuldi gera, tí skúlagongd og útbúgving hava so avgerðandi týdning í lívinum

- Vóru tað bara vit bæði gomlu, var ongin trupulleiki at fari. Men tað var eina og aleina skúlagongdin hjá børnunum, sum forðaði okkum í at fara.

Nú eru báðir drongirnir farnir úr skúlanum, so nú er onki sum bindur tey til Føroya í so máta.

- So nú tíma vit ikki hetta longur og fara heimaftur.


Tey arbeiðsloyvi hann hevur havt, hava verið til Palm Seafood í Vági. Men tað merkir, at hann hevur bara kunnað arbeitt har og onga aðrasaðni.

Hann skilir heldur onki av, at arbeiðsloyvið skal vera avmarkað til eitt einstakt virki.

- Har hevur verið óstøðugt arbeiði í seinastuni og tí havi eg gingið ein part av tíðini fyri onki.

Men eitt lítið hanagleiv frá Palm Seafood stendur flakavirkið hjá Fiskavirking og har hava tey alment boðað frá, at tey mangla eini 30 fólk.

Men har hevur Robert ikki loyvi at arbeiða, tí arbeiðsloyvið er avmarkað til Palm Seafood og onki annað.

- Hetta er ein fullkomiliga tápulig regla, sum eg púrt onki skilji av, sigur hann.

Hetta er eisini ógvuliga harmiligt, tí eg havi onki ímóti at arbeiða, men eg sleppi bara ikki.


Slítandi

Hann ásannar, at umstøðurnar, sum tey hava livað undir, hava verið ógvuliga slítandi.

- Vit hava livað í støðugari strongd alla hesa tíðina, og tað hava vit ikki kreftir til longur.

Hann sigur, at tað hevur verið ómetaliga ørkymlandi at liva undir so óstøðugum viðurskiftum, tí í trý ár hava tey ikki vitað, hvar tey hava flótað.

- Av tí at vit ikki hava fingið ALS, er tað viðhvørt tungt at fáa endarnar at røkka saman, tí arbeiðið er óstøðugt. Av tí sama er vónleyst at leggja nakað til síðis og tað ger tað serliga strævið, tí rokningarnar skulu gjaldast.

Nú tey fara aftur til Póllands, er hann innanfyri ES mark og kann tískil ferðast um alt Evropa at arbeiða.

Hann heldur eisini, at sum partur í danska ríkinum, átti arbeiðsmarknaðurin í Føroyum eisini at verið opin fyri ES-borgarum, eins og føroyingar kunna fara alla møguliga staðir at arbeiða.

- Í øllum førum átti tað at tikið munandi styttri tíð at viðgjørt umsóknir frá borgarum í ES londunum, heldur Robert Cieslewicz.