Vága Ríðingarfelag kunnger í dag, at tey arbeiða við at byggja eina nýggja ríðihøll í Miðvági. Hetta hevur leingi verið ynski hjá felagnum, og nú sær út til, at ein høll fer at koma. Í dag er virksemi innan ríðing í Vágum einans uttandura, og tað er ikki nøktandi í mun til tørvin.
Soleiðis siga Vága Ríðingarfelag frá:
- Nakað, sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir, er eini høll, soleiðis at tað eisini ber til at ríða, tá tað er myrkt, ella um tað ikki viðrar. Hendan avmarking hevur gjørt, at ríðing hjá vágafólki næstan burturav hevur verið eitt summarítriv. Eisini hevur hetta verið ein forðing fyri, at felagið kann skipa fyri undirvísing og øðrum um veturin.
Eftir ætlan skal tað eisini veða gjørligt hjá limum í felagnum at byggja sær fjós fast í høllina. Hetta er eftir íblástri frá ríðiøkinum í Havnardali. Í Havnardali er eitt stórt ríðiøki og rossaumhvørvi, og ein nýggj høll í Vágum kann væntandi eisini skapa eitt nýtt rossaumhvørvi í Vágum.
- Hetta kann eisini gera tað, at rossini í Vágum verða miðsavnað, heldur enn at standa spjadd runt í bygdunum í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. Á hendan hátt ber vónandi til at skapa eitt veruligt rossaumhvørvi.
Dato er ikki enn sett á, nær høllin verður liðug. Tað eru fólk úr felagnum, ið arbeiða sjálvboðið, og tí kemur tað sambært Vága Ríðingarfelag, at taka ta tíð, tað tekur.