Nýggja ríkisumboðið vitjar í Føroyum

Birgit Kleis er komin til Føroya at kunna seg við nýggja starvið og samfelagið, hon framyvir skal starvast í

 

1. november tekur nýggjur ríkisumboðsmaður við starvinum hjá statinum í Føroyum.

Kvinna kemur í kvinnu stað, tí tað verður Birgit Kleis, sum kemur at loysa Vibeke Larsen av sum ríkisumboð.

Í hesum døgum er Birgir Kleis á vitjan í Føroyum. Hon er komin hendanvegin at kunna seg um nýggja starvið hjá sær og tað samfelagið, sum hon skal arbeiða í framyvir.

Birgit Kleis hevur áður starvast hjá Ríkisumboðnum í Føroyum, og tí er hon ikki heilt ókend við føroyska samfelagið og tað starv, sum hann skal í.

Birgit Kleis hevur seinastu tíðina verið deildarleiðiar í danska løgmálaráðnum.